Heimatíðindi

Føroyskar gudstænastur í Ísrael

Summi av trøunum í Getsemane-urtagarðinum sigast vera so gomul, at tey eisini stóðu har, tá Jesus gekk á jørðini

Summi av trøunum í Getsemane-urtagarðinum sigast vera so gomul, at tey eisini stóðu har, tá Jesus gekk á jørðini

2019-08-15 15:15 Author image
Emil Jacobsen

Í november skipa Unitas Rejser fyri serstakari ferð til Ísraels, har føroyski sóknarpresturin Marjun Lómaklett verður ferðaleiðari. Tað serstaka við ferðini er, at umframt, at steðgað verður við mong av støðunum, vit kenna úr Bíbliusøguni, verða føroyskar gudstænastur eisini hildnar á summum av støðunum, eitt nú í Getsemane-urtagarðinum, har tað sigst, at summi av trøunum eru so gomul, at tey “sóu” Jesus biðja.

Umframt at vera sóknarprestur í Klaksvík hevur Marjun Lómaklett eisini búð í Miðeystri og kennir tí væl til viðurskiftini í Ísrael og har um leiðir.

Ísrael er serliga kent fyri støðini úr Halgubók, men ferðalagið fer eisini at vitja onnur søgulig støð í landinum, eitt nú Masada, Deyðahavið og Yad Vashem, ið er Holocaust-savnið, bygt til minnis um tær seks milliónir jødarnar, sum nazistarnir týndu undir seinna heimsbardaga.

Ferðin byrjar 4. november í Vágum, og eina viku seinni, 11. november, verður flogið heim aftur. Samskipari á ferðini verður Sámal Bláhamar. Freistin at melda til ferðina er 25. august. Tilmelding ella spurningar annars um kostnað o.a. kunnu sendast til marjunl@kirkjan.fo ella til blahamar@gmail.com.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður