Heimatíðindi

Føroyska koyrikortið kundi ikki brúkast

(egin mynd)

(egin mynd)

2020-04-21 07:50 Author image
Bryndis Hjartardóttir

 24 ára gamli Jóhan Abrahamsen býr í Hollandi, har hann lesur KT-verkfrøði. Tá hann í samband við arbeiði skuldi fáa bil, vísti tað seg, at hetta ikki ber til. Føroyska koyrikortið er ikki galdandi av tí, at hann er búsitandi føroyingur í Hollandi.
Føroyska koyrikortið er sambært ES bert galdandi í 180 dagar, og sum fast búgvandi í Niðurlondum er tað tíðarmarkið farið.

ES-reglur áseta, at eitt koyrikort, ið er givið uttanfyri ES, bert hevur gildið sum ferðafólkakoyrikort upptil 180 dagar. Onnur lond hava gjørt seravtalur við ES um hetta, millum annað Noregi, men Føroyar er ikki á listanum í avtaluni, sum European Trading Association hevur við ES.

Jóhan Abrahamsen ringdi til Akstovuna um hjálp, og fekk útflýggjað eitt skjal, sum váttar, at føroyska koyrikortið er at sammeta við tað danska. Sambært boðunum frá Akstovuni var koyrikortið galdandi eftir ES reglum.
Hetta skjalið gav hann hollendsku kommununi, har hann býr, men í samráð við ES myndugleikarnar staðfesti kommunan, at føroyska koyrikortið hjá Jóhan ikki kundi roknast sum eitt gildugt koyrikort. Orsøkin var, at Jóhan hevði búð í Hollandi í meira enn 180 dagar.

- Hetta er sera harmiligt, tí vit brúka nógvar pengar uppá eitt koyrikort, sum so bert hevur gildi í Føroyum. Aftaná nógv ár við galdandi koyrikorti noyðist eg nú at taka alt umaftur, sigur Jóhan Abrahamsen.

Ein møguleiki, sum hann kann royna, er at fáa eitt danskt koyrikort. Hetta merkir tó, at Jóhan Abrahamsen skal til Danmarkar at taka teoriskeið og koyriroynd av nýggjum, sigur hann.

- Tað er sjálvandi ein møguleiki, men tað loysir ikki trupulleikan við føroyska koyrikortinum. Eitt føroyskt og eitt danskt koyrikort hava ikki somu viðurkenning í ES. Danmark hevur staðfest, at eitt danskt og eitt føroyskt koyrikort eru javnstillað, men tað er bara galdandi í Danmark og ikki í restini av Evropa. Og tað er ein trupulleiki, sum myndugleikarnir her áttu at gjørt nakað við, sigur Jóhan Abrahamsen.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður