Nýggj føroysk opera verður framførd leygarkvøldið

2016-06-16 07:00 Author image
Dimma

Ein opera er ikki hvønndagskostur í Føroyum, og tí er tað nakað heilt serligt, sum fer fram í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.

Henda uppsetingin er dømi um norðurlendskt samstarv, tá ið tað er best, sigur Fróði Vesturgaard, sum samskipar operuna vegna Norðurlandahúsið. Leikstjóri, sangsolistarnar og dansarnar eru úr íslandi, Føroyum og Grønlandi:

Sangarar eru íslendska Hallveig Rúnarsdóttir (sopran), Elmar Gilbertsson (tenor), Jón Svavar Jósefsson (bass) og grønlendski Miké Thomsen sum eisini dansar. Dansarar eru annars føroyski  Búi Rouch og  íslendski Stefán Franz Guðnason

Kórsangarar eru nøkur av okkara allarbestu og mest royndu kórsangum. Tónleikurin verður framførdur av  bólkinum Yggdrasileru ið hevur manning úr Føroyum, Svøríki og Íslandi.

Leikstjóri/koreografur er  íslendska Lára Stefansdóttir og dirigentur  Bernharður Wilkinsson, sum er búsitandi í Føroyum. Ljósmeistari er íslendski  Árni Baldvinsson, sum eisini er búsitandi í Føroyum.

Pallsniði taka Sámal Blak og Lára Stefansdóttir sær av.

Dramatiska  verkið er ein lýsing av einum persóni. Har eru fleiri 'eg' persónar og bólkar av einstaklingum á palli. Tey lýsa eitt menniskja í fleiri tíðarskeiðum frá byrjan til endan av lívinum, ella aftaná.

Lýsingin verður greitt frá við solo- og kórsangi, skrivað bæði sum partiturtónleikur og improvisatión.

Venjingar eru í løtuni í Norðurlandahúsinum og øll eru hjartaliga vælkomin at fáa eitt prát luttakarnar og fyriskiparar.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður