Mentan

Føroysk list vakt ans uttanlands

2018-10-25 12:17 Author image
Turið Justinussen

Alheimsgerðin hevur av álvara sett Føroyar á heimskortið sum ferðamál, og nú hevur føroysk list eisini vakt ans uttanlands. Ein skotskur listaummælari, Ian McKay, hevur nevniliga fingið áhuga fyri norðurlendskari list. Serliga er hann hugtikin av listini úr norðasta partinum av Norðurlondunum, og hevur tí Føroyar í kikaranum

Ætlanin hjá Ian McKay er at geva út eina røð av listaligum tíðarritum undir heitinum Art North. Hetta er fyrstu ferð Føroyar eru partur av einum aljóða listaligum tíðarriti, men samstundis er hetta eisini fyrstu ferð, at eitt listaligt tíðarrit verður givið út um norðurlendska list, har Skotland, Ísland, Norra, Svøríki og Finland eisini verða umboðaði.

Kinna Poulsen eftirspurdur listaummælari
Fyrsta tíðarritið verður eftir ætlan givið út fyrst í nýggja árinum. Í tíðarritinum fara norðurlendskir listaummælarir og -høvundar at ummæla noðurlendska list. Ein teirra er Kinna Poulsen, ið dagliga starvast sum listaummælari, rithøvundur og lektari á Glasi í donskum og myndlist.

Kinna hevur ongantíð hitt Ian McKay, sum eftir at hava tosað við eitt listafólk, fekk hana viðmælda sum listaummælara og -høvund til tíðarritið hjá sær. Hesa uppgávu hevur Kinna átikið sær undir heitinum contributing editor. Tann fyrsta greinin, Kinna fer undir at skriva, verður ein innleiðing til føroyska listasøgu og ein frágreiðing um hvat føroysk list er.

- Tað er stuttligt, tí Føroyar hava ongantíð verið partur av slíkum fyrr, og hetta er ein máti at fáa føroyska list út í verðina.

Sum forsprákari fyri føroyska list, verður uppgávan hjá Kinnu at ummæla hana. Eitt nú heldur hon tað vera viðkomandi at varpa ljós á altjóða føroyska list, og hevur millum annað í hyggju at ummæla framsýningina hjá Silju Strøm, sum verður á Listasavni Føroya í næsta ár. Silja er búsitandi í London.

Umframt nýggja leiklutin sum listaummælari og -høvundur í tíðarritinum Art North, er Kinna Poulsen eisini júst vorðin fyrsti føroyski limur í AICA – International Association of Art Critics, ið er ein altjóða felagsskapur fyri listaummælarar. Felagsskapurin varð stovnaður í 1950 millum annað við tí fyri eyga at kveikja lív í altjóða orðaskifti um list.

- Fyri meg inniber hetta, at eg sleppi inn til allar framsýningar, verið kallað inn til altjóða ráðstevnur o.s.fr.

Fyri Kinnu, er hetta ein viðurkenning fyri hennara arbeiði sum listaummælari. Eisini er tað ein stórur heiður fyri føroyingar, at hava fingið eina føroyska umboðan uppí henda virda felagsskap.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður