Heimatíðindi

Føroyingar fáa eisini møguleika at minnast Hendrik prins

Føroyingar fáa eisini møguleika at minnast Hendrik prins

Mynd: Kongshúsið

2018-02-14 17:24 Author image
Jákup Højgaard

Nú Hendrik prinsur andaðist í nátt, fáa føroyingar eisini møguleika at sýna kongshúsinum samkenslu.

Í lýsing sum Ríkisumboðið hevur sent miðlunum í dag, boða tey frá, at øll eru vælkomin framvið har at skriva eina samkenslukvøðu til Kongshúsið.

- Í sambandi við at hansara hátign prins Henrik er deyður, verður frá í dag kl. 13 til jarðarferðina tann 20. februar, møguleiki at koma framvið Ríkisumboðnum og skriva eina samkenslukvøðu.

Skrivar Ríkisumboðið í skrivi til miðlarnar.

Ríkisumboðið hevur opið gerandisdagar frá kl. 10 til kl. 15. Opið er eisini leygardagin 17. februar frá kl. 10 til kl. 12.

Samkenslukvøðurnar verða latnar beinleiðis til Kongshúsið.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður