Heimatíðindi

UEFA virðislønin: Upphæddin latast fótbóltsfeløgunum

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2018-12-05 13:19 Author image
Turið Justinussen

Føroyskir fótbóltsáskoðarir vunnu fyri triðmum vikum síðani UEFA virðislønina fyri góðan áskoðaraatburð. Upphæddin á góðar 373.000 krónur skal latast skikkaði tiltøk hjá fótbóltsfeløgunum

Á hvørjum árið letur europeiska fótbóltssambandið, UEFA tríggjar virðislønir til fótbóltsleikandi europeiskar tjóðir. Í ár varð ein av hesum virðislønum latin føroyskum fótbóltsfjepparum, ið vórðu kjósaðir bestu fótbóltsáskoðarir í 2018.

- Hetta er ein stórur heiður, ið vit eru ómetaliga stolt og nøgd av at hava fingið. Eitt stórt "takk!" til okkara fantastisku fjepparar, sigur aðalskrivarin hjá Fótbóltssambandi Føroya (FSF) Virgar Hvidbro í eini viðmerking.

Kappingin kallast UEFA Fair Play Competition, og tær tríggjar virðislønirnar verða latnar fyri ærligt spæl (fair play). 

Av teimum triðmum virðislønunum, verður ein latin fyri ærligt spæl sum heild, ein fyri besta framstig av ærliga spælinum sum heild frá eini sesong til aðra og enda ein fyri áskoðaraatburð.

Á hesum sinni, vunnu Finnland, Norðurírland og Føroyar. Finnland vann virðislønina fyri besta ærliga spæl sum heild við miðalkarakterinum 8.596, og Norðurírland vann virðislønina fyri besta framstig av ærliga spælinum sum heild frá eini sesong til aðra. Norðurírland betraði seg frá miðalkarakterinum 7,976 í undarnfarnu sesong til 8,489 í hesari. 

Eisini fekk Finnland hægsta miðalkarakter fyri ákoðaraatburð, men av tí, at tað bert ber til hjá einum landi at vinna í einum bólki, fingu Føroyar virðislønina. Føroyar endaðu á øðrum plássi í hesum bólki. Yvirlitið sæst her

UEFA leggur dent á ærligan atburð
Fótbóltsliðini verða dømd og mett eftir talinum av gulum og reyðum kortum, virðing fyri mótstøðuliðinum, dómaranum og atburðin hjá fjepparunum. Eitt nú verður rasisma, fýrverk og annað slag av órógvandi atburði revsað við lægri karakteri. 

Karakterurin verður latin grundað á støðið av ærligum spælið í øllum UEFA dystum, spældir ímillum 1. Juli 2017 og 30. Juni 2018.

- Tá altjóða dystir verða spældir ella dystir millum klubbarnar, er altíð eitt umboð fyri UEFA til staðar. Ein av uppgávunum hjá umboðnum, er at geva heima- og útiliðinum ein karakter millum null og tíggju fyri fair play. Í miðal fyri 36 dystir, hava vit fingið karakterin 8,818 greiðir Virgar Hvidbro Dimmalætting frá. 

Sostatt hava øll lið, ið umboðað tjóðina í UEFA fótbóltskappingini, ábyrgd av hesum karakteri, sum UEFA umboðið gevur í samráð við dómara og dómaraeygleiðarar.

Peningurin latast fótbóltsfeløgunum
Vinnandi londini í hvørjum bólki fáa 50.000 evrur hvør, svarandi til góðar 373.000 krónur. Peningin skulu tey síðani lata til stuðlandi endamál eftir ynski. Tó skulu hesi styðja uppundir virðini í kappingini, nevniliga ærligt spæl og viðurkenning.

-  Føroysku fótbóltsfeløgini verða ivaleyst latin vinningin á tann hátt, at vit fara at stuðla tiltøkum, ið relatera aftur til hesi virðir, sigur Virgar Hvidbro við Dimmalætting.  

Sambært Virgar Hvidbro, ið fegnast um heiðurin, er hetta fyrstu ferð, Fótbóltssamband Føroya fær eina tílíka peningaliga virðisløn.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður