Føroyar verður Sri Chimnoy Friðarland

Føroyar verður Sri Chimnoy Friðarland

2017-09-14 14:15 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Sri Chinmoy Oneness-Home Peace Run er ein altjóða kyndlarenning. Málið við renningini er, at breiða boðskap um frið, vinalag og at skilja og virða mentanarmunir. Fólk ið taka lut í renningini, renna við einum kyndli ið skal súmbolisera hendan boðskapin. Kyndilin hevur ferðast allan heimin runt, og fleiri milliónir fólk hava havt hann í hondini og runnið við honum.

Í ár eru 30 ár liðin síðan hendan friðarrenningin byrjaði. Friðarkyndilin hevur júst verið í Íslandi og í dag bleiv hann handaður Jógvani Hansen, tónleikara, og Petur Petersen, sendimanni Føroya í Íslandi, fyri at bera víðari til Føroya.
Í morgin kemur kyndilin til Føroya, saman við einum liðið av altjóða rennarum ið fara at renna við honum kring Føroyar í tíggju dagar. Meðan runnið verður, ber Føroyar heitið Sri Chimnoy Friðarland og Tórshavn verður friðarhøvuðsstaður.

Liðið ið kemur at renna fer at vitja yvir 20 skúlar í Føroyum at tosa um endamálið við renningini. Umframt teir 11 rennararnar, væntar man at eini 3000 føroyingar, í øllum aldursbólkum eisini luttaka í renningini. Runnið verður frá 15. september til 23. september.

Hetta er triðju ferð at friðarkyndilin er í Føroyum. Fyrstu ferð var í 2012, aðru ferð í 2014.

Renningin hevur ikki til endamáls at savna pening inn ella tæna nøkrum politiskum ella átrúnaðarligum áhugamálum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður