Síðani umleið 1900 hevur alment staðfesta støddin á Føroyum verið 1.399 ferkilometrar.
Nú vísa nýggjar og neyvari uppmátingar tó, at veruliga víddin er 1.396 ferkilometrar.
Tað upplýsir Stein Fossá á Geodatadeildini á Umhvørvisstovuni fyri Dimmalætting.
Hann greiðir soleiðis frá:
– Fyrstu topografisku Føroyakortini (stødd 1:20.000) vóru uppmáld og útgivin umleið 1900. Sambært hesum kortum fáa Føroyar støddina 1.399 ferkilometrar. Víddin er

