Føroyar spæla finalu í annaðkvøld

2016-05-24 21:35 Author image
Dimma

Tað var ikki nógvur slingur í valsinum í kvøld, tá ið føroyska kvinnulandsliðið flogbólti vunnu greitt á Liktinstein 3-0. Byrjanin var heldur trilvandi, men so kom glið á spælið, og tær vístu hvør var betur. Tað tóktist, sum føroysku kvinnurnar høvdu eitt sindur av nervum, tá dysturin byrjaði. Ella skuldu tær kanska bara venja seg til, at tær máttu kýta seg meira enn fyrsta dystin, fyri at vinna bóltarnar.


Fyrstu løtuna av dystinum í kvøld var spælið stirvið, og ikki fyrr enn støðan var umleið 10-10, fótaði føroyska liðið sær. Men so helmaðu tær heldur ikki í, fyrr enn fyrsta sett var vunnið. So greitt sum 25-15.


Annað sett var sum eitt avrit av tí fyrsta, tí aftur byrjaðu gestirnir betur. Men júst sum í fyrsta setti fingu Føroyar tamarhald á spælinum, tá settið var umleið hálvrunnið, við sama úrsliti sum í fyrsta setti - 25-15.


Triðja sett gekk nógv javnari á, tó við tí muni, at nú vóru tað Føroyar sum byrjaðu nógv betur. Gestirnir stríddust tó fyri lívinum, tí um tær megnaðu at vinna dystin í dag, kundu tær við sigri á Írlandi í morgin stjala annan oddasessin frá Føroyum.


Føroysku leikararnir hildu høvdið kalt og endaðu við at vinna triðja sett og harvið dystin 3-0. Seinasta settið í dystinum endaði 25-21.


Hóast føroyska liðið kanska ikki spældi líka væl sum tað gjørdi í gjár, og hóast nervarnir tyktust spæla føroyingum eitt puss í dag, so var kortini eingin ivi um hvat av liðunum var betri. Aftur í dag vóru tað Purkhús-systrarnar Sofía og Elisabeth og Birgit Guttesen, sum drógu tunga lessið í álopinum.

  
  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður