Føroyar skulu blíva miðdepil fyri sjófuglagransking

Mynd: Fróðskaparsetrið

Føroyar skulu blíva miðdepil fyri sjófuglagransking

2017-06-10 16:50 Author image
Sigmund Vang

Og arbeiðið er longu byrjað. Løtan er komin til, at Føroyar aftur skulu vera á odda viðvíkjandi gransking av sjófuglum. Tað heldur Jóhannis Danielsen, adjunktur á Fróðskaparsetrinum, ið skipar fyri stórum kanningararbeiði um føroyskan sjófugl.

Á skrivstovuni hjá Jóhannisi Danielsen, adjunktur í lívfrøði á Fróðskaparsetrinum, er nær um hvør yvirflata full av ymiskari útgerð. Her liggja dronur, myndatól og túrútgerð. Jóhannis fer beinanvegin í gongd við at lova og prísa útgerðini; Útgerð, ið sambært Jóhannisi kann gera, at gransking av sjófuglum í dag kann vera eitt av heilt fáum vísindaligum økjum, har veruliga stór fótafet enn kunnu takast. Í meginpartinum av vísindaligum arbeiði kemur vitan í einum jøvnum streymi.

– Men tú fært ikki hesi risastigini. Sjófuglagransking er akkurát nú í einari støðu, har vit kunnu gera eitt ordans risalop – í dag. Tað er næstan óhoyrt innan gransking nú, sigur Jóhannis Danielsen.

– Man hevur manglað amboð til at kunna kanna tað betur. Tey eru her knappliga nú, sigur Jóhannis, og greiðir víðari frá, at livihátturin hjá sjófuglunum er avbjóðandi fyri fuglafrøðingar.

– Vit vita bara nakað um fuglin, tá hann er her, og tað er hann stytsta part av tíðini og av lívinum tilsamans. Vit vita ikki, hvar hann annars er, hvat hann ger og hvar, og so framvegis.

Jóhannis vil nú, at Føroyar skulu vera á odda viðvíkjandi gransking av sjófuglum, nakað, ið liggur væl fyri í dag. Nógv er enn eftir at læra, og høvdu Føroyar komið á odda, hevði hetta sjálvandi stimbrað bæði gransking, fakligt umhvørvi, og at enda eisini búskap landsins.

– Mín visjón og planur er at fáa sjófuglagransking í Føroyum heilt fram ígjøgnum, eisini á heimsplani, soleiðis at vit verða millum tær absolutt førandi tjóðirnar, sigur Jóhannis.

– Tað er ikki bara møguligt, tað er væl og virðiliga møguligt, um vit bara satsa upp á tað, sigur Jóhannis og vísir á, at um farið verður nøkur hundrað ár aftur í tíðina, vóru Føroyar millum fremstu londini í Evropa viðvíkjandi vitan um fugl.

Lesið meira í blaðnum hetta vikuskiftið

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður