Heimatíðindi

Føroyar, kreppur og at finna røttu (væl)ferðina

2020-05-15 18:51 Author image
Ragnheiður Bogadóttir

Tema um korona og samfelagsviðurskifti. Í samstarvi við Søgu- og samfelagsdeildina á Fróðskaparsetri Føroya

 

Aftan á, at fyrstu tiltøkini vóru sett í verk at steðga koronasmittuni at spjaða seg í Føroyum, hevur verið tosað nógv um ferð og um Føroyar, sum fara niður og upp í ferð. “Føroyar upp í ferð” var yvirskriftin hjá myndugleikunum eftir tíðindafundin síðst í apríl, tá boð komu um, at dagstovnar, skúlar og onnur arbeiðspláss spakuliga lótu upp. Hetta við ferðini hevur eisini fylt eitt sindur í almenna kjakinum, og tosað hevur verið um samfelagsligu og menniskjaligu avleiðingarnar av nógvu ferðini, ið eyðkennir okkara samfelag í dag.

Tað, sum eyðkennir kreppur, er, at tær umstøður, vit eru von við, brádliga broytast. Undir slíkum umstøðum síggja vit ofta týdningin av skipanum og viðurskiftum, ið vit ikki geva okkum far um undir vanligum umstøðum. Hendan kreppan hevur fyrst og fremst víst okkum á týdningin av umsorganararbeiði, ið ikki verður høgt raðfest undir vanligum umstøðum, eins og týdningin av einum góðum og væl virkandi heilsuverki. Hon hevur víst okkum, hvussu ójavnar treytir, ymiskir starvsfólkabólkar hava á okkara arbeiðsmarknaði, og ikki minst hevur hon víst okkum á týdningin av áliti og samstarvsvilja millum fólk og samfelagsbólkar. Og so hevur koronakreppan sum nevnt fingið okkum at hugsa um ferð.

Ferð og kreppur

Júst hetta við ferðini er eitt evni, sum fyllir nógv innan vísindaheimin í dag, og eisini gjørdi tað áðrenn korona fór at spjaða seg. Orsøkin til hetta er, at tað, sum eyðkennir tað tíðarskeiðið, vit liva í í dag í mun til øll onnur søgulig tíðarskeið, er júst ferð: Ferðin á okkara búskapi. Hetta fyribrigdi verður ofta rópt “Stóra ferðøkingin” (“The Great Acceleration” á enskum) og er evni í eini røð av bókum, útgivnar seinastu árini og skrivaðar úr ymiskum vísindaástøðiligum sjónarhornum. Ein av hesum bókum, Overheating eftir Thomas Hylland Eriksen, varð stutt viðgjørd í greinini hjá Firouz Gaini her í blaðnum í farnu viku. Í bókini The Great Acceleration: An Environmental History of the Anthropocene Since 1945 skriva McNeill og Engelke, at ferðøkingin veruliga tók dik á seg umleið 1950, fyri 70 árum síðan.

Tað, sum vit vanliga kalla globalisering, kann eisini skiljast sum ein partur av ferðøkingini. Ein vanlig definitión av globalisering er vaksandi mentanarligt og materielt samband og skifti millum lond, serliga av fólki, vørum, peningi og mentanarrákum. Samband hevur tó altíð verið millum lond; tað sum eyðkennir okkara tíðarskeið er tann stóra ferðin á hesum sambondum saman við hugmyndini um, at ferð er góð. Jú meiri ferð, jú betri. Jú skjótari, vit kunnu ferðast til arbeiðis og til Gran Canaria, jú betri. Jú skjótari børnini læra. Jú skjótari vit fiska og ala fiskin.

Trupulleikin er, at hesin hugsanarháttur, ið gerst alt meira ráðandi í okkara samfelag, er júst ein hugmynd, men ikki nakar vísindaligur ella náttúrugivin sannleiki. Alt verður ikki betri av, at alt gongur skjótari.

Koronakreppan er ein av kreppunum, sum í ógvuliga stóran mun er eitt úrslit av globalisering ella av ferð. Patogen hava góðar umstøður at mennast undir teimum viðurskiftum, sum modernað kjøtframleiðsla fremur, har so nógv djór sum gjørligt verða samanstappað á so lítlum øki sum gjørligt. Kappingin um at marknaðargera og selja alt, sum seljast kann, ger, at náttúruøki í alsamt vaksandi mun verða órógvað, vill djór vera ald, og harvið verður samband skapað millum menniskju og hesi patogen. Hetta er ikki nýggj vitan, og tað hevur verið og verður framhaldandi ávarað um, hvussu álvarsligar avleiðingar hetta kann fáa, nógv álvarsligari enn tað, vit nú síggja við covid-19.

Føroyar upp og niður í ferð?

Føroyar kunnu hvørki fara upp ella niður í ferð, bara tí at løgmaður sigur tað. Føroyar liggja í frið í Atlantshavi og førka seg so lítið, at bert geologar hava áhuga fyri ferðini. Føroyar hava sín egna vistbúskap, og ferðin á honum broytist heldur ikki av, at løgmaður heldur tíðindafund. Grasið á bønum veksur ikki skjótari, tí at onkur sigur tað, og heldur ikki fiskurin í sjónum. Føroyar eru partur av teirri størru, globalu vistskipanini, tað sum á enskum verður rópt “web of life”, sum veitir okkum menniskjum okkara lívsgrundarlag.

Hetta lívsgrundarlagið er okkum so sjálvsagt, at vit ikki geva okkum far um tað til dagligt. Á síni árligu ferð kring sólina framleiðir jørðin alt tað, ið er neyðugt fyri, at vit kunnu liva. Jørðin reinsar luftina fyri okkum. Hon reinsar vatnið og syrgir fyri, at tað flytur seg nøkulunda hagar, tað skal, soleiðis at grøðin verður, sum vit ætla. Hon heldur kemiskar ringrásir í balansu og okkara veðurlag nøkulunda soleiðis, at vit kunnu líta á tað.

Men jørðin ger tingini í síni egnu ferð. Tá vit “seta ferðina upp”, fylgir jørðin ikki við okkum. Tá vit toga fisk úr sjónum, so kemur ein nýggjur, gamaní, men tað tekur tíð. Og tá vit dálka, til dømis við CO2, so kann jørðin draga tað úr aftur luftini og binda tað aftur, men tað tekur tíð.

[object Object]

Ferð og náttúra

Tað er hetta ósamsvarið millum ferðina hjá náttúruni og ferðina á okkara samfelagsbúskapi, sum er yvirskipaða orsøkin til ta støðuna, vit eru í við minkandi lívfrøðiligum margfeldi, vaksandi dálking og øllum tí, sum harvið fylgir. Støðan viðvíkjandi veðurlagsbroytingum og lívfrøðiligum margfeldi verður nágreiniliga lýst í frágreiðingum frá IPCC (Intergovernmental Panel on Climate Change) og IPBES (Intergovernmental Science-Policy Platform on Biodiversity and Ecosystem Services). Men hvat merkir hetta heilt ítøkiliga?

Lat okkum taka plast sum dømi. Lívið í havinum hevur ment seg í 4 milliardir ár. Vit menniskju byrjaðu at framleiða plast fyri umleið 70 árum síðani. Um vit framleiða og blaka burtur plast við somu ferð komandi 30 árini, sum vit hava gjørt seinastu 70 árini, so verður størri mongd av plasti í havinum enn biomassi av fiski í 2050.

Oljan hevur givið menniskjum gudakreftir at arbeiða við, men tað tók eisini jørðini milliónir av árum at framleiða hana. Oljuna brúka vit í stóran mun til at umskapa okkara landsløg. Umskapanin av landsløgum hevur havt við sær, at villa djóralívið í heiminum er minkað við eini helvt upp á einans 40 ár. Lívfrøðiliga margfeldi, okkara náttúrukapitalur, minkar so skjótt, at granskarar kalla tað 6. oyðingina. Seinast, vit høvdu eina oyðing á jørðini, var fyri 66 milliónum árum síðan, tá dinosaurarnir doyðu út. Tað er hetta, sum liggur í hugtakinum “Stóra ferðøkingin”. Oyðingin av okkara lívsgrundarlagi gongur við rúkandi ferð.

 

Ferð og vælferð er ikki tað sama

Hvussu er so í Føroyum? Kunnu vit siga nakað meira ítøkiligt um, hvussu nógv okkara búskapur er farin upp í ferð úr umhvørvisligum sjónarhorni?

Vit kunnu taka okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuna, sum dømi. Tøku hagtølini siga okkum, at í øldini millum 1903 og 2003 faldaðist føroyska heildarveiðan 175 ferðir. Í 1903 fiskaðu vit 80 kilo av fiski fyri hvønn føroying. Í dag er okkara heildarveiða um 14 tons fyri hvønn føroying. Upp á eitt ár taka vit 175 ferðir so nógvan fisk úr sjónum, sum vit gjørdu í byrjanini av farnu øld. Men er okkara vælferð økt samsvarandi? Hava vit tað sum menniskju 175 ferðir betri, enn vit høvdu tað fyri eini øld síðan?

Spurningurin um, hvat vælferð er, og hvussu hon eigur at mátast, er ikki einfaldur, og alt eftir hvørji mát verða nýtt, fáast ymisk úrslit. Men nógv gransking bendir á, at vælferðin øktist nøkulunda saman við búskapinum fram til einaferð í 1970’unum. Síðan tá er størri partur endaður sum ovurnýtsla, meðan fleiri menniskju enn nakrantíð líða neyð.

 

At finna røttu ferðina

Tað tykist sum, at nógv samfelagsplanlegging er bygd á hugmyndina um, at ein búskapur eigur at vaksa við eini 2-3% hvørt ár, og tað er ein hugmynd, ið hóskar væl til búskapargongdina seinastu 70 árini. Vit tosa sjáldan um, hvussu leingi vit ætla, at tað skal vera so og hví, men um vit nú ímynda okkum, at hetta bleiv við at eydnast okkum? Hvat var tað tá fyri ein verð og samfelag, vit høvdu skapað?

Vit tosa nógv um fólkavøkstur í Føroyum, og miðalárligi vøksturin í 20. øld var 1.1%. Um vit nú ímynda okkum, at vit fóru at stremba eftir slíkum fólkavøkstri um tað mundið tá Kirkjubømúrurin varð bygdur. So høvdu búð 7,4 milliónir fólk í Føroyum í dag. Hildu vit fram 480 ár afturat, so var ein fermetur av landjørð í part til hvørt fólkið at standa á.

Ella lat okkum taka orkuna sum dømi. Vøksturin í orkunýtslu globalt hevur seinastu 70 árini verið næstan 3% um árið, og tað tykist sum, at flest øll, sum fáast við orkuútbygging, halda, at ein slíkur vøkstur er natúrligur. Lat okkum ímynda okkum, at tað longu tá Nólsoyar Páll livdi, var eydnast okkum at fáa slíka ferð á globalu orkuframleiðsluna. So var orkunýtslan á jørðini einar 25 ferðir størri, enn hon er í dag. Hvat hetta hevði havt gjørt við okkara veðurlag og dálking yvirhøvur, kunnu vit bara gita um. Um vit ímynda okkum, at tað sama eydnaðist okkum, tá Tróndur í Gøtu og Sigmundur bardust um trúgv, so var orkuframleiðslan hjá okkum væl størri enn tann orkan, vit fáa frá sólini. Tað hevði samstundis merkt, at miðalhitin á jørðini hevði verið nøkulunda sum í skerseldinum.

Um vit at enda taka roknistykkið við okkara føroysku heildarveiðu, og vit ímynda okkum sama vøkstur í fiskivinnuni komandi øldina sum farnu, so fiska vit føroyingar í endanum á hesi øldini eini 100  milliónir tons – tað er meira enn samlaða globala heildarveiðan í heiminum í dag.

Hesi roknistykki eru sjálvsagt púrasta burturvið. Tey eru so burturvið, at tey eiga at geva okkum eina greiða ábending um, at blíva vit við at planleggja út frá hesum fortreytum, sum hava verið galdandi fyri tíðarskeiðið við teirri stóru ferðøkingini, so planleggja vit okkum kreppur. Bæði við og uttan virus.

 

At finna røttu ferðina og at menna mótstøðuføri

At finna røttu ferðina er ein fløkt og trupul uppgáva, men lítil ivi er um, at vit, sum víðagitnu froskarnir í hitnandi pottinum, eiga at gera tað, vit kunnu, fyri at fáa sett ferðina niður – úr umhvørvissjónarhorni, eins og úr umhvørvisrættvísissjónarhorni, skuldu vit havt gjørt tað fyri langari tíð síðan.

Avbjóðingin komandi øldina verður ikki, hvussu vit áhaldandi kunnu økja ferðina, men hvussu vit menna samfelagsliga mótstøðuførið, ella resiliens, ið er eitt nógv granskað hugtak og fyribrigdi fyri tíðina, soleiðis at vit klára okkum nøkulunda ígjøgnum tær kreppurnar, sum fara at koma. Koronakreppan hevur víst okkum, hvussu ógvuliga sárbær vit eru, og hvussu ógvuliga sárbærar summar av okkara sjónskastu vinnum eru. Tora vit til dømis at ímynda okkum eina kreppu har ikki bara ferðasambond, men eisini okkara handilssambond við útheimin verða avmarkað ella kvett? Tað eiga vit at tora, tí tað er ábyrgdarleyst at lata vera. Tað týdningarmesta, sum koronakreppan hevur víst okkum, er, at vit megna at fremja neyðugar broytingar, um vit vilja.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður