Heimatíðindi

Føroya Tele: Vilja ikki arbeiða undir treytunum

2020-09-11 14:57 Author image
Sveinur Tróndarson

Døgurðin mundi farið í rangastrúpan hjá teimum flestu fríggjakvøldið í seinastu viku, tá tíðindini bórust um, at Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, og Ómar Svavarson, nevndarformaður í samtakinum, høvdu sagt seg úr starvi.

Fólk flest vita, at tað hevur verið heldur enn ikki rokaligt á fjarskiftisøkinum seinastu nógvu mánaðirnar, bæði orsakað av kjakinum um hvør skal sleppa at seta 5G-netið upp, og ikki mist tí politiski viljin hevur verið at broyta bygnaðin í samtakinum.

Sitandi samgonga hevur sett í samgonguskjalið, at netið skal skiljast frá móðurfelagnum, men tað er nú ikki bara hendan samgongan, sum hevur havt ta ætlanina. Tað hevði seinasta samgonga eisini. Men undanfarna samgonga hevði eina aðra tilgongd til málið. Hon fór undir eina greining av, hvat skuldi liggja í hvørjum felagi, Føroya Tele og Net, og hann broytti eisini nevndina, men soleiðis, at pf. Net fekk nýggjan nevndarformann. Árni M. Dam tók við í 2018 eftir Jan Ziskasen, sum gjørdist meinigur nevndarlimur, m.a. saman við Rúnar Reistrup, sum tá var stjóri í Hey – tað sum nú er Nema.

Men tað var henda samgongan, meira nágreiniligt landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, sum umsitur almennu partafeløgini, sum koyrdi Jan Ziskasen úr nevndini. Tað hendi í samband við aðalfundin í mai mánað í ár, tá Árni M. Dam varð koyrdur frá sum nevndarformaður.

Í sama viðfangi fór Mimi Steintórsdóttir eisini úr nevndini og tað gjørdi Rúnar Reistrup eisini. Hann lat sítt sæti til Gudny Langgaard, sum hevði tikið við starvinum sum stjóri í Nema. Ístaðin fyri hini trý komu Ómar Svavarsson, sum var nevndarformaður í Føroya Tele í nevndina fyri Jan Ziskasen, Birgir Nielsen fyri Mimi Steintórsdóttir og Hákun Steingrímsson gjørdist nevndarformaður ístaðin fyri Árna M. Dam.

Hyggja vit skipanarliga uppá tað, er einki at siga til, at í øllum førum stjórin velur at siga seg úr starvi, tí sum samtaksstjóri er tað framvegis hann, sum hevur evstu ábyrgdina av móðurfelagi og dótturfeløgum, men hann hevur onga ávirkan á felagið longur.

Skjýtur eftir samgonguni
Hóast tað var undanfarna samgonga, sum broytti nevndarsamansetingina, er eingin ivi um, at sitandi samgonga, sambært Jan Ziskasen, ikki hevur gjørt støðuna betur.

Tað sæst í skrivinum, sum forstjórin hevur sent starvsfólkunum.

Har skrivar hann:

- Ognarliga sundurskiljingin av NET stendur í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu. Hesar ætlanirnar hava, síðan nýggja samgongan kom til, órógvað virksemið og ætlanir hjá Føroya Tele-samtakinum nógv. Millum annað hevur eigarin, sum er Føroya Landsstýri, ynskt broyringar í nevndarsamansetingini í NET, sum hava ávirkað mítt innlit og ábyrgd av felagnum. Sum stjóri í Føroya Tele-samtakinum havi eg ábyrgd av øllum dótturfeløgum, herundir eisini NET, sum eg ikki longur siti í nevndini fyri. Hetta eru broytingar, sum eg ikki eri samdur við, og sum gera, at eg ikki meti, at eg eri rætti persónurin at standa á odda fyri Føroya Tele-samtakinum longur, sigur Jan Ziskasen.

Situr framvegis
Uppsøgnin hjá Jan Ziskasen hevur kortini ikki við sær, at hann fer á dyr og klamsar hurðina aftur, sum annars er vanligt í slíkum stórum fyritøkum.

Ístaðin hevur hann valt at vera sitandi til nærri verður kunnað, og spurningurin er so, um tað skal skiljast sum, at hann er sinnaður í at halda fram, um landsstýrismaðurin finnur eina loysn, sum forstjórin kann góðtaka.

Í samrøðu við Dag og Viku mánakvøldið segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fjarskiftismálum, at partarnir hava tosað sama um uppsøgnina og støðuna í Føroya Tele, og at teir skulu tosa saman aftur seinni í vikuni.

Men spurningurin er eisini, um landsstýrismaðurin soleiðis vil lata seg hótta til at broyta tær ætlanir, sum hendan samgongan hevur stungið út í kortið.

Ein grundgeving fyri tí kann vera, at hetta ikki endiliga er eitt ynski hjá Fólkaflokkinum, men heldur eitt ynski hjá Sambandsflokkinum, og kanska serliga hjá løgmanni at gera stórar broytingar viðvíkjandi netpartinum.

Hvat verður vunnið
Ein stórur spurningur í samband við heilt at slíta Net frá Føroya Tele er, hvat tað er, sum skal slítast frá.

Er bara talan um koparnet, ella skal fipurnet eisini leggjast í sundurskilda felagið.

Og hvussu verður so við farnetunum, tá vit koma longur fram. Skulu tey leggjast í sundurskilda felagið, og um so er, merkir tað so, at allar útbyggingar framyvir skulu leggjast í eitt alment felag, sum ikki hevur nakrar orsøkir til, at skunda nýggjar dagføringar ígjøgnum?

Er tá ikki ein vandi fyri, at vit tá missa meira fyri minni og at menningin av netinum kann seinka?

Og hvussu verður við útjaðaranum?

Hvussu verður við útjaðaranum, um Nema og Føroya Tele sleppa at gera síni egnu farnet í framtíðini? Fer tað at loysa seg hjá teimum at taka útjaðaran við í útbyggingarnar, ella skal tað vera ein almenn uppgáva?

---

Dagføring, 11. september 2020:

Upprunaliga stóð í greinini, at tað var Poul Michelsen, landsstýrismaður við vinnumálum, sum undir seinastu samgongu valdu at koyra Jan Ziskasen úr nevndini, og at henda samgongan bara hevði staðfest tað.

Hetta er beinleiðis skeivt.

Tað er rætt, at seinasta samgonga arbeiddi við bygnaðinum, og at Poul Michelsen, landsstýrismaður við vinnumálum, broytti bygnaðin í pf. Net. Men hann var broyttur soleiðis, at Árni M. Dam tók við sum “óheftur formaður” í pf. Net, men Jan Ziskasen helt fram sum nevndarlimur í dótturfelagnum hjá Føroya Tele.

Tað var sitandi samgonga, sum koyrdi forstjóran í Føroya Tele úr nevndini í pf. Net, tá aðalfundur felagsins varð hildin í mai í ár. Í hansara stað kom Ómar Svavarsson, táverandi nevndarformaður í Føroya Tele.

Vit biðja Poul Michelsen og lesarar okkara halda okkum tilgóðar.

Blaðstjórin

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður