Heimatíðindi

Formansskapurin í KF heldur fram komandi tvey árini

(Mynd: kf.fo)

(Mynd: kf.fo)

2019-01-04 14:26 Author image
Turið Justinussen

Á stýrisfundi í Kommunufelagnum í dag var avgjørt at formansskapurin í Kommunufelagnum verður tann sami komandi tvey árini

Sambært viðtøkunum hjá Kommunufelagnum standa formaður og næstformaður fyri vali annaðhvørt ár.

Kommunufelagið kunngjørdi í dag 4. januar, at á stýrisfundinum í dag, var einmælt samtykt, at verandi formansskapurin heldur áfram til 1. januar 2021.

Hetta merkir at Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu heldur áfram sum formaður og at Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu heldur áfram sum næstformaður.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður