Mentan

Føringur – Føroya fyrsta guvuskip

Føringur – Føroya fyrsta guvuskip

Gamli Føringur við Mortensens brúgv á Tvøroyri. Konufólkini í landi kýta seg at vaska fisk (Mynd: Generalstabsmyndir)

2018-04-26 13:49 Author image
Óli Olsen

Tá ið handils- og reiðarafyritøkan hjá Jóhan Mortensen á Tvøroyri á aðalfundi í 1889 varð umskipað til partafelag (A/S J. Mortensens Eftf.), varð avgjørt at senda Jógvan og Niels Juel – synir Gamla Mortensen, ið stovnaði fyritøkuna – uttanlands at keypa felagnum hóskiligt guvuskip.

Burtur úr spurdist Føringur, Føroya fyrsta guvuskip. Tað var smíðað í 1884 í Paisley í Skotlandi, var 258 tons brutto og hevði sambært skipaskránni 50 hesta motor. Skipið, ið áður æt Daisy, varð keypt 3. mai 1889 úr Glasgow og kostaði felagnum 80.000 kr.

Føringur kom á Trongisvág 15. mai 1889 og fekk stóra móttøku. Fyrsti túrurin var til Íslands við 90 útróðrarmonnum, sum skuldu til lands – at rógva út. Síðan vóru fleiri tílíkar ferðir gjørdar.

Guvuskipið hevði upprunaliga tvær mastrar, men árið eftir, at hann var keyptur, lótu teir hjá Mortensen skipið umbyggja eitt sindur og seta eina mastur í hann afturat.

Sambært skipsdagbókini sigldi Føringur mest í norðurevropiskum farti. Við Føroyum (serliga Tvøroyri) sum miðdepli var vanliga siglt til Íslands, Liverpool, Leith og Troon í Skotlandi og til Keypmannahavnar. Harumframt varð á hvørjum árið farið til Spania við klippfiskafarmi.

Úr dagbókini fæst ymist áhugavert at vita: um farmin teir føra, hvussu siglt verður um hav, og hvussu knattstøðan (positiónin) fæst til vega. ”Med sikker kending af land” verður skrivað, tá ið siglt verður fram við landi, eins og tilskilað verður, tá ið vitar og nes eru tvørs, og kósin verður broytt.

Skipari var Christian Løber. Hann var Mortensens monnum hollur. Longu í 1882 førdi hann skonnart teirra, Norðstjørnuna, til Bilbao í Spania við klippfiskafarmi. Vit nevna, at skonnartin Frederiksvaag hjá Restorff í Havn var fyrsta føroyska skipið, sum hevði klippfisk til Bilbao, tá ið hon í 1878 kom hagar fullfermd við 120 tonsum.


Nýggi føringur

Á vári 1900 seldu Mortensens menn Føring til Skotlands, men keyptu sama heystið aftur skip, sum teir nevndu Føring. Nýggi Føringur, sum hann kallaðist, var smíðaður í 1894 í Helsingør og nevndist tá Omøsund. Hann var 333 tons brutto, hevði 200 hesta guvumotor og kostaði fyritøkuni á Tvøroyri 100.000 kr.

Christian Løber, sum var ættaður úr Danmark, fór av gamla umborð í nýggja Føring, sum hann førdi til 1908, tá ið Jens Mohr í Hoyvík tók við sum skipari. Jens Mohr førdi nýggja Føring til 1913, tá ið farmaskipið varð selt til Archangelsk í Russlandi.

Nýggi Føringur sigldi somu leiðir sum gamli. Eftir at hava skipað farmin upp í Spania, plagdi Jens Mohr, sum skilst, at fara inn í Miðjarðarhavið at ferma Ibiza-salt at hava heim aftur við til Føroya.

Í Føroya siglingarsøgu verður sagt, at tá ið nýggi Føringur um heystið 1908 var á veg til Føroya úr Leith, komu teir á náttartíð fram á eina bark, sum rak fyri vind og vág við ongari manning, ongum ljósi og bert við mesaninum uppi. Undir gaflinum sóu teir eitt hvítt flagg hanga.

Í lýsingini varð farið umborð á barkina, sum æt Normansvik og var úr Frederiksstad. Fólk var einki at síggja, og annar báturin burtur. Sjógvur stóð í lastini, og barlastaða skipið hevði stóra slagsíðu. Hann øtlaði nú vindin, og teir sluppu sær frá barkini aftur.

Mynd: Nýggi Føringur við Mortensens brúgv á Tvøroyri. Hann skipar upp. Kvinnur bera sukurtoppar í land úr forlastini, meðan menn knógva sekkir úr afturlastini (Mynd: Tjóðsavnið)

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Meira langlesnaður