Heimatíðindi

Fólkatalið økist aftur í Suðuroy

Mynd (úr Vági): Arni.list/Visualhunt

Mynd (úr Vági): Arni.list/Visualhunt

2019-04-04 11:36 Author image
Leivur Hansen

Eftir at hava verið støðugt fallandi í mong ár, er nú loksins líkt til, at vend er komin í, og at fólkatalið aftur er farið at økjast í Suðuroy.

Sambært heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu búðu 1. apríl í ár 15 fólk fleiri í Suðuroy enn somu tíð í fjør.

Tølini hevur kommunan frá Landsfólkayvirlitinum.


Tvøroyri størsta vøksturin

Av teimum sjey kommununum í oynni, hevur størsti fólkavøksturin verið í Tvøroyrar kommunu, har tey eru vorðin 22 fleiri seinasta árið.

Í Tvøroyrar kommunu búðu 1. apríl í ár 1.725 fólk ímóti 1.703 1. apríl í fjør.

Hinvegin er fólkatalið í hini stóru kommununi í oynni, Vágs kommunu, fallið við 25 fólkum í sama tíðarskeiði, úr 1.372 til 1.347.

Í hinum fimm smáu kommununum hevur tó verið talan um lítla framgongd í fólkatalinum, soleiðis at samlaða talið er vent frá minus til pluss.

Í Hvalbiar kommunu búgva nú 675 fólk (+1), Sumbiar kommunu 362 (+2), Porkeris kommunu 321 (+9), Hovs kommunu 102 (+3) og í Fámjins kommunu 82 fólk (+3).

Samanlagt búgva sostatt 4.614 fólk í Suðuroy í dag ella 15 fleiri enn fyri einum ári síðani.

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður