Fólkatalið í Hesti økt umleið 28 prosent

Ung fólk í Hesti. Frá vinstru: Julia, Malena, Bjørg, Martin, Ingibjørg og Pætur

Fólkatalið í Hesti økt umleið 28 prosent

2017-07-12 12:27 Author image
Georg L. Petersen

Fyri umleið tveimum mánaðum síðani fluttu seks ung fólk út í Hest at búgva. Hetta er ungdómur millum 18 og 20 ár, og flestu teirra hava tilknýti til oynna - og tað gjørdi mun í fólkatalinum.

Smáu oyggjarnar hava fleiri merkt eina stóra minking í fólkatalinum seinnu árini, og tí skal ikki altíð so nógv til, áðrenn fólkatalið fær ein ógvusligan prosentvøkstur, um onkur flytir til. Og tað er júst tað, sum er hent í Hesti. At seks ung fólk hava valt at búseta seg ´Hesti merkti ein fólkavøkstur upp á heili 28 prosent. 

Bygdarfelagið Randarsól fegnast og hevur sent miðlunum skiv um hetta. Tað er soljóðandi:

"Hesi ungu hava ferðast nógv út í oynna gjøgnum barnaárini. Tey hava altíð trivist sera væl í Hesti. Tey harmast um at oyggin er við at doyggja út, og tí føla tey, at tey hava bæði ábyrgd og hug at vekja lív aftur í oynna.

Ungu fólkini eru sera fegin um avgerðina at vera flutt út í Hest, og síggja fleiri møguleikar at skapa lív og trivnað í oynni, sum kanska kann eggja øðrum til at flyta út í Hest.

Tey flestu ganga í miðnámsskúla í Havn. Tey vóna, at tað fer at bera til at búgva í Hesti og kunna ferðast ímillum Havn og Hest fyri at kunna røkja skúlan.

Við nýggju tilflytarunum er fólkatalið í Hesti økt umleið 28 prosent, og miðalaldurin er lækkaður munandi. Hagtøl frá Hagstovuni vístu, at fólkatalið í Hesti var 21 fólk pr. 1. apríl 2017. Eftir tað eru hesi ungu flutt út, tað svarar til eina øking á 28 prosent.

Bygdarfelagið Randarsól gleðist um, at at fólkatalið er økt. Tað er av alstórum týdningi at fáa nýggjar, ungar kreftir í oynna. Hetta økir trivnaðin í oynni og letur upp fyri nýggjum møguleikum, m.a. at reka ferðavinnu. Longu nú hava nøkur teirra bjóða sær til at standa fyri útleiganini av hitapottinum, ið Bygdarfelagið hevur keypt fyri kortum.

At ungfólk vilja flyta aftur á smápláss, gevur eisini vón um einar fjølbroyttari Føroyar, har virksemi og trivnaður aftur kemur í hvønn krók í landinum."

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður