Heimatíðindi

Fólkatalið 50.498 við ársbyrjan

Fólkatalið 50.498 við ársbyrjan

Mynd: Visualhunt

2018-02-12 15:00 Author image
Elisa Vang

Við ársbyrjan 2018 var fólkatalið í Føroyum 50.498. Tað vaks við 676 fólkum, ella 1,4%, í 2017, tað skrivar Hagstova Føroya á heimasíðu sína.

Tað kemur av nettotilflyting á 465 og burðaravlopi á 211. Fólkavøkstur er í øllum høvuðsøkjum, men mynstrið er tað sama, sum undanfarna hálva árið, at fólkavøksturin er lutfalsliga størstur í Vága sýslu, Streymoy uttan fyri Tórshavnarøkið og Eysturoy, meðan minsti vøksturin er í Suðuroy og lítil minking í Sandoyar sýslu.

Í mun til árið fyri, vóru munandi broytingar í 2017 í burðaravlopi og nettoflyting, og tær vendu hvønn sín veg: burðaravlopið minkaði við 85 úr 296 niður í 211, meðan nettotilflytingin vaks við 61 úr 404 upp í 465. At burðaravlopið minkaði meira enn vøksturin í nettotilflytingini gjørdi, at fólkavøksturin í 2017 var 24 minni enn í 2016. 


Veksur skjótast í Vágum, í Streymoy uttan høvuðsstaðin og í Eysturoy

Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum í 2017. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 219 fólkum og næstan líka nógv í Eysturoy við 204 fólkum.

Meira áhugavert er, at verður hugt eftir lutfalsliga ella prosentvísa vøkstrinum, er hann nógv størstur í Vága sýslu við 2,5%,  í Streymoyar sýslu uttan høvuðsstaðin við 2,2% og í Eysturoyar sýslu við 1,8%. So er eitt lop niður til Norðoya sýslu og Tórshavnarøkið við ávikavist 1,2 og 1,1%. Og síðani aftur eitt lop niður til Suðuroy bert 0,2% og Sandoyar sýslu við eini minking á 0,5%.

Síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri góðum trimum árum síðani, var hann av tí mesta í Tórshavnarøkinum. Tað broyttist nú í fjør, so tað er ikki sama ferð á fólkavøkstrinum í høvuðsstaðnum, sum aðrastaðni í landinum: í 2017 átti Tórshavnarøkið 32% av fólkavøkstrinum, samanborið við 55% í 2016, skrivar Hagstova Føroya.

Lesið meira HER

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður