Heimatíðindi

Fólkaheilsuráðið um metlága royking: "Tað letur til, at kvinnur eru meira móttakiligar fyri okkara boðskapi"

(Mynd: Fólkaheilsuráðið)

(Mynd: Fólkaheilsuráðið)

2019-01-04 14:47 Author image
Turið Justinussen

Roykfría SMS-átakið hjá Fólkaheilsuráðinum, sum í fleiri ár hevur eggjað føroyingum at standa við avgerðina um at leggja av at roykja, kann hugast at vera orsøk til metlága royking í Føroyum

Royking í Føroyum er metlág, og serliga kvinnur roykja minni, vísir ein Gallup kanning frá septembur, og ein hugsandi orsøk til metlágu roykingina er innsatsurin hjá Fólkaheilsuráðnum, sum miðvíst arbeiðir ímóti einum roykfríum Føroyum, og aftur í ár hevur gagnnýtt nýggjárshøvið, tá mong roykfrí lyftir verða gjørd, á ein heldur øðrvísi hátt.

Við at senda eini SMS-boð við tekstinum “Gevst” til 1919, kann ein gerast partur av roykfría SMS-átakinum hjá Fólkaheilsuráðnum.

Stutt og stimbrandi áminning
Tað kann vera sera torført at basa einum roykivana, serliga, um hetta er ein gamal vani, ein er sera bundin av, og hóast tað á Apotekinum fáast alskyns vørur, ið kunnu hjálpa tær at leggja av - alt frá plastsigarettum til nikotinsúgvitablettir, -tyggigummi, -munspray, -innandingartól, og nikotinplástur, kann tørvur vera á sálarligum stuðli og stimbran, skal ein megna at standa við avgerðina, um at gerast roykfríur. 

Tá kann ein gera sær dælt av ókeypis SMS-skipanini hjá Fólkaheilsuráðnum, ið virkar alt árið til tess at gera tað lættari hjá fólki at leggja av nær sum helst og fáa hjálp hvar sum helst umvegis SMS.

- Vit plaga at eggja fólki at melda seg til skipanina tann 27. desembur, so tey dagarnar fram ímóti ársskiftinum, spakuliga kunnu fyrireika seg til at "nú skal tað verða" sigur Ólavur Jøkladal, skrivstovustjóri í Fólkaheilsuráðanum í samrøðu við Dimmalætting. 

Meldar ein seg til skipanina, fært ein, frá tí ein tilmeldar seg, dagliga í tveir mánaðir stutt og stimbrandi SMS-boð á fartelefonina.

- Áleið klokkan hálvgum ellivu hvønn dag, plinga eini boð inn á fartelefonina við smáum boðskapum, ið hava til endamáls at eggja og stuðla fólki, ið hava gjørt av at leggja av at roykja, til at standa við avgerðina, greiðir Ólavur Jøkladal frá og leggur afturat:

- Uppundir vikuskiftið, eru boðini serliga eggjandi, tí tá kann freistingin vera størri.

Tey tilsamans 50 SMS-boðini eru beinleiðis týdd frá einum tílíkum átakið hjá Kræftens Bekæmpelse í Danmark. 

Munagott átak við góðari hjáveiðu
162 føroyingar hava meldað seg til SMS-skipanina, ið dagliga hjálpir teimum at leggja av at roykja. 

Tilmeldingin er navnleys, og tískil frættist lítið aftur frá fólki, er tað sambært Ólavi Jøkladal ein greið ábending um, at átakið munar, tí tølini tala:

- Í 2012, sum var árið, átakið byrjaði, gjørdu vit nógv burturúr at lýsa við tí, og tá meldaðu heili 1300 fólk seg til, og av teimum komu áleið 650 ígjøgnum skeiðið.

Ólavur Jøkladal greiðir frá, at Fólkaheilsuráðið ikki hevur gjørt eins nógv burturúr at lýsa við átakinum, sum tey plaga, men at uppmerksemi í miðlunum ger mun.

- Tað eru eisini fleiri, sum á hvørjum ári eftir at hava sæð og hoyrt um átakið, men heldur velja at taka ein "kold tyrker", sum tað kallast og gevast alt fyri eitt uttan henda stuðul, sigur Ólavur Jøkladal, ið fegnast um hjáveiðuna.

Hann vísir í hesum sambandi til Gallup kanningina frá septembur í 2018, sum vísti, at 25 prosent av føroyingum eldri enn 18 ár siga seg roykja av og á, og bert 20 prosent søgdu seg roykja dagliga, ið er metlágt, síðan kanningarnar byrjaðu í 2002. 

Serliga kvinnurnar roykja minni. Tær eru heilt niðri á 15 prosentum, ímeðan mennnir eru 24 prosent av monnunum roykja hvønn dag.

- Tað letur til, at kvinnur eru meira móttakiligar fyri okkara boðskapi, sigur Ólavur Jøkladal at enda.

Í framtíðini er ætlanin hjá Fólkaheilsuráðnum at menna eina app og sostatt røkka longri út.

Les eisini: Royking er metlág í Føroyum, men vaksandi í Danmark fyri fyrstu ferð í 20 ár

[object Object]
folkaheilsa.fo

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður