Strandferðslan gevur nýtt blað út

2016-06-17 09:12 Author image
Dimma

"Fólk á ferð" eitur nýggja blaðið hjá Strandfaraskipum Landsins, sum ferðafólk nú kunnu stytta sær um stundir við í bussum, skipum og á farstøðum. Blaðið er 32 síður og umrøður nógv ymisk viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Strandferðsluni.

Hetta upplýsir Strandferðslan á heimasíðu sínari

Í blaðnum verður m.a. upplýst, at Strandferðslan við skipum og bussum flytur 1,2 milión fólk um árið. Størsta sjóvegis farleiðin er Suðuroyarleiðin, sum førdi 222.896 ferðandi millum Krambatanga og Havnina í 2015. Størsta bussleiðin er leið 400, sum flutti 143.268 ferðandi.

- Strandferðslan kunnar nógv um fráferðir í miðlunum og á heimasíðuni, serliga tá okkurt er á vási. Við nýggja blaðnum fegnast vit um eisini at kunna greiða frá meira yvirskipaðum viðurskiftum í sambandi við okkara virksemi, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.

Í fyrstu útgávuni verður m.a. greitt frá, hvussu umfatandi virksemið hjá Strandferðsluni er, hvat ið virksemið kostar, at nýggjur HR-leiðari er settur, at Smyril hevur skift frá tungolju til gassolju, og at nýggju tyrlurnar hjá Atlantsflogi kunnu skapa nýggjar møguleikar á útoyggj.

Eisini verður tosað við starvsfólk, sum hava starvast á Strandferðsluni í meira enn ein mansaldur. Tórfríð Johannesen greiðir frá, hvussu tað er at halda skansan á rutuupplýsingini á Farstøðini, og Petur Winther og Magnus Hjelm hava júst havt hvør sín 40 ára starvsdag.

- Blaðið er eitt royndarátak, og eydnast tað væl, halda vit fram við tí. Strandferðslan røkkur út í hvønn krók í landinum, og nógvar søgur kunnu tí sigast í blaðnum, ikki bara um okkum, men eisini um m.a. bygdir, oyggjar, ferðavinnu, náttúrufyribrigdi og søgu í Føroyum, sigur Hilmar Eliasen.

Tey sum hava hug at ogna sær eitt eintak av blaðnum, ið er ókeypis, eru vælkomin umborð á okkara bussar og skip at fáa sær eitt eintak. 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður