Heimatíðindi

Flyta klokkuna: Vit gera helst sum ES

Føroyar fara allarhelst at fylgja ES í spurninginum um at flyta klokkuna millum vetrar- og summartíð (Mynd: Shutterstock)

Føroyar fara allarhelst at fylgja ES í spurninginum um at flyta klokkuna millum vetrar- og summartíð (Mynd: Shutterstock)

2019-10-31 16:23 Author image
Ingolf S. Olsen

Seinastu tvey-trý árini hevur dúgligt kjak verið í ES um árligu skiftini ímillum vetrartíð og summartíð. Fleiri røddir hava verið frammi um at gevast við at flyta klokkuna og halda fast um eina klokkutíð.

26. mars í ár tók ES-tingið eisini undir við einum uppskoti frá ES-ráðnum um júst hetta. Eftir uppskotinum skuldu ES-londini halda uppat at flyta klokkuna, men harvið er avgerðin tó ikki endalig. Einstøku ES-londini skulu nevniliga sjálv gera av, um tey vilja gevast at flyta klokkuna ella ikki.

Ein treyt er, at avgerðin, sum tikin verður, ikki má elva til avleiðingar fyri innara marknaðin í ES. Men júst hesar avleiðingarnar er tað ringt at meta um, og tey 28 ES-londini eru als ikki á einum máli um hetta.

Kortini strembar ES-ráðið eftir, at endaliga avgerðin verður tikin næsta ár. Verður úrslitið, at klokkutíðin skal læsast føst, verður klokkan flutt fyri seinastu ferð í 2021 – seinasta sunnudag í mars, um hildið verður fast í summartíðini, og seinasta sunnudag í oktober, um tað verður vetrartíðin, sum vinnur.


Klokkuflyting sparir orku

Í fjør skipaði ES-ráðið fyri eini spurnarkanning í ES-londunum, har borgarnir umvegis internetið vórðu spurdir, um teir hildu tað vera skilagott at sleppa klokkuflytingini ella ikki.

4,6 milliónir ES-borgarar svaraðu, og tó at hetta er minni enn eitt prosent av øllum ES-borgarunum, so er hetta tað størsta talið nakrantíð í eini sovorðnari kanning í ES. Og av teimum 4,6 milliónunum, sum svaraðu, søgdu 84 prosent ja til at gevast við at flyta klokkuna.

Í hesum tíðum, tá umhvørvið og veðurlagsbroytingar annars eru í brennideplinum um allan heim, ikki minni ímillum ES-borgarar, kann tað tykjast løgið, at so nógv streingja á at gevast at flyta klokkuna. Tí rættiliga breið semja er í okkara parti av heiminum um, at einasta gongda leið at tálma veðurlagsbroytingunum er at brúka minni av orku úr lívrunnum orkukeldum, soleiðis at útlátið av veðurlagsgassum minkar.

Og vit flyta júst klokkuna fyri at spara orku, serliga streym.

Vetrartíðin er normaltíðin, men við at flyta klokkuna til summartíð um várið, verða teir ljósu tímarnir gagnnýttir betur, og orka verður spard. Tað sama hendir, tá vit flyta klokkuna aftur út á heystið.

Við øðrum orðum fer tað at merkja økta orkunýtslu annaðhvørt summarhálvuna ella vetrarhálvuna, um vit gevast at flyta klokkuna – alt eftir, um tað verður vetrartíðin (normaltíðin) ella summartíðin, sum verður varðveitt.


Fylgja ES

Í aðrari grein her í blaðnum er Helgi Abrahamsen, vinnu- og umhvørvismálaráðharri, ivasamur um, hvørt tað er rætt at hava eina fasta klokkutíð alt árið. Men kemur ES til eina aðra niðurstøðu, so fer hon helst eisini at galda í Føroyum.

Í øllum førum sambært svari, sum Aksel V. Johannesen, fyrrverandi løgmaður, gav upp á ein fyrispurning frá Katrini Kallsberg, fyrrverandi tingkvinnu, fyri tveimum árum síðani.

Hon spurdi, hvørjir fyrimunir og vansar vóru í Føroyum av at flyta klokkuna ímillum vetrartíð og summartíð, hvat orkusparingin er, og um ætlanin er at endurskoða skipanina í Føroyum.

Tað er ikki eydnast at fáa fatur í Bárði Nielsen, løgmanni, at svara somu spurningum, men sambært svarinum hjá Akseli V. Johannesen eru at kalla ongir vansar av verandi skipan í Føroyum. Hinvegin er orkusparingin, sum er avleidd av klokkuflytingini, eisini sera lítil í Føroyum, staðfesti hann.

Upp á seinasta spurningin svaraði táverandi løgmaður soleiðis:

”Landsstýrið hevur ongar ætlanir um at endurskoða skipanina við summartíð. Skipanin er heft av, hvørja skipan londini í Evropa velja at hava. Reglur um summartíð í øllum Evropa eru ásettar sentralt við direktivi frá Evropa-Parlamentinum og Ráðnum.

So leingi sum flestu lond í Evropa hava summartíð, verður tað framhaldandi mett ynskiligt at varðveita summartíð í Føroyum.”

Við øðrum orðum, vit gera, sum ES ger.

[object Object]

 

Helgi Abrahamsen:

Umhvørvisatlitið vigar mest


Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum sær ikki teir stóru trupulleikarnir í at flyta klokkuna tvær ferðir um árið. Atlitini til ES fána í hesum sambandinum, heldur hann, tí vit handla eins nógv við fjarskotnar tjóðir sum Russland, Kina og USA


Tá Løgtingið í 1980 gjørdi av, at vit skuldu skilja ímillum summartíð og vetrartíð í Føroyum, var tað serliga við støði í tveimum grundgevingum. Onnur grundgevingin var orkusparing, tí við at flyta klokkuna fram varð væntað, at meira fekst burtur úr ljósu tímunum í samdøgrinum. Hin grundgevingin var, at ES-londini fluttu klokkuna, og so skuldu vit gera tað, tí annars fóru skrivstovutíðirnar í Føroyum at passa ov illa saman við teimum í ES.

Fyrstu ferð, klokkan var flutt, var um várið, tá hon varð flutt fram. Tá fingu vit summartíð, og tí er vetrartíðin tann óbroytta tíðin, sum ofta verður rópt normaltíð.


Atlit til orkunýtslu

Helgi Abrahamsen, umhvørvis- og vinnumálaráðharri, hevur ilt við at síggja, at tað nú 40 ár seinni eru serliga góðar grundgevingar fyri at fara hinvegin aftur. Heldur ikki, sjálvt um ES-londini skuldu gjørt av at strika summartíðina.

– Tað týdningarmesta er orku- og umhvørvisatlitið, og tey argumentini eru so ikki blivin veikari við árunum. Tvørturímóti er øgiliga nógv fokus á umhvørvi og veðurlagsbroytingar, so tað hevði verið at farið skeivan veg, um vit nú broyttu klokkutíðirnar soleiðis, at orkunýtslan øktist, sigur hann.

Landsstýrismaðurin heldur ikki, at tað er so avgerandi longur at stremba eftir, at føroysku skrivstovutíðirnar skulu passa best møguligt við tær í ES.

– Tað var tað kanska tá, tí tú fekst bara fatur á fólki í kontórtíð. Men nú hava vit teldupostar, internet, snildfonir og alla møguliga samskiftistøkni, so vit kunnu samskifta alt samdøgrið, um tað skal vera.

– ES er heldur ikki so avgerandi í tí sambandinum longur, tí vit handla so nógv við lond uttanfyri ES, serliga USA og Rusland, og vónir eru eisini um ein vaksandi kinesiskan marknað. Summi lond hava summartíð, onnur ikki, men taka vit tey mest fjarskotnu londini, so eru tey so nógvar tíðarsonur frá okkum, at tað í so máta kann gera tað sama, um vit flyta klokkuna ella ikki, sigur Helgi Abrahamsen.


Tøl mugu á borðið

Grundgevingarnar fyri at fara aftur til at hava somu tíð alt árið byggja fyri tað mesta á, at tað skal vera meira ómakaleyst, høgligari, tí klokkuflytingin verður søgd at vera ørkymlandi og elva til so nógv roks og rumbul.

Men landsstýrismaðurin heldur, at tað skulu nógv betri argument á borðið fyri at sleppa summartíðini enn bara tað, at summi halda tað vera roksut at flyta klokkuna.

– Ein slík broyting kann ikki bara byggja á, hvørt tað er praktiskt ella ópraktiskt at flyta klokkuna. Persónliga haldi eg ikki, tað er nakar trupulleiki at flyta klokkuna tvær ferðir um árið. Men eg havi ikki sæð nøkur tøl fyri, hvussu nógv í roynd og veru verður spart í orkunýtslu við at flyta klokkuna. Sovorðin tøl mugu á borðið, áðrenn vit fara at broyta nakað, sigur Helgi Abrahamsen.

 

FAKTA

 

Summartíðin kom í 1980

Summartíðin í Føroyum var innførd við ”Løgtingslóg nr. 66 frá 21. mai 1980 um summartíð.” Sjálvur lógarteksturin er sera stuttur:

“§ 1. Landsstýrið fær heimild til ein part av árinum í kunngerð at áseta, at samdøgrið byrjar 1 tíma fyrr í mun til vanliga tíðarrokning. Landsstýrið kann samstundis áseta tær neyðugu fremjingarreglurnar.

§ 2. Henda lóg kemur í gildi beinanvegin.”

Men í viðmerkingunum verður greitt frá, at høvuðsorsøkin til at innføra summartíð í Føroyum var, at hetta høvdu onnur evropeisk lond við tí fyri eyga at spara orku. Eisini var grundgivið við, at føroyska summartíðin fór at fáa skrivstovutíðirnar í Føroyum at samsvar betri við tær í restini av Evropa.

Við støði í løgtingslógini er summartíðin síðani 1980 ásett við kunngerð fyri fimm ár í senn, har neyvu dagfestingarnar fyri skiftini standa.

Kunngerðin, sum nú er í gildi, er galdandi til og við 2021 og ber heitið “Kunngerð nr. 87 frá 29. august 2016 um summartíð 2017, 2018, 2019, 2020 og 2021.”

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður