Heimatíðindi

Flutti fisk úr Suðuroy til Glyvrar

2019-01-06 13:35 Author image
Georg L. Petersen

Allur alifiskur frá alingini í Suðuroya, skal virkast í oynni. Men beint fyri jól mátti Bakkafrost flyta fisk úr oynni til Glyvrar, tí so nógv skuldi takast samstundis og nýggja virkið í oynni hevði ikki neyðugu orkuna at taka ímóti

– Fiskurin vigar sjey kilo, og verður hann bara kruvdur í Suðuroynni, so hevði ikki verið tømt fyrr enn hálvan mars, og tá hevði fiskurin vigað tíggju kilo, og tað ber ikki til, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.

Tað var í summar, at ein kunngerð varð lýst um virking av alifiski í Suðuroy. Har stendur púra greitt, at allur alifiskur í oynni eisini skal virkast í oynni. Í kunngerðini verður virking skilt sum “bløðging, kryvjing, pakking av heilum rundum fiski, ísaður ella frystur.”

Men tað kunnu gerast undantøk, og tað hevur Bakkafrost eisini fingið fyri jól, tí tað stóð á at taka fiskin.

– Vit komu ov seint í gongd við virkinum í Suðuroy, og tað startaði ikki upp fyrr enn hálvan oktober, og so tekur innkoyringin eisini tíð. Tí komu vit ov seint í gongd við at tøma økið. Har vóru 4.000 tons eftir, og hóast vit nú eru komnir væl í gongd við virkinum, so tekur tað tíð at kryvja tey 4.000 tonsini, tá 80 tons kunnu kryvjast um dagin, sigur Regin Jacobsen.

Lesið meira HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður