Flotin krevur sama fiskidagatal

2016-08-04 10:09 Author image
Dimma

Nú klokkan tíggju fór løgtingið undir at viðgera fiskidagarnar fyri komandi fiskiár, sum byrjar 1. september.

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri hevur lagt uppskot fyri tingið, har 30 prosent verður tikið av fiskidøgunum undir Føroyum hjá øllum uttan trolarum. Ein buffari er kortini lagdur afturat, har 15 prosent er lagt í eina felagspulju, sum teir ið hava brúkt allar sínar fiskidagar kunnu fáa fleiri dagar.

Feløgini, ið verða rakt, finnast nú harðliga at skerjingini í fiskidøgum. Felagið Línuskip, Felagið Trolbátar og Felag Útróðrarmanna høvdu fund í Runavík, og tey hava skrivað løgtinginum eina hvassliga yvirlýsing, sambært Kringvarpinum.

- Veiðitrýstið er minkað niður í næstan einki av sær sjálvum, og um landið ikki tolir søguliga lága veiðitrýstið, sum nú er, verður neyðugt at leggja skip og bátar, siga feløgini.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vísir hinvegin á, at tað snýr seg um at bjarga flotanum og fiskiskapinum undir Føroyum.

- At toska- og hýsustovnurin eru so illa fyri, og fiskiskapurin so lágur, hevur havt álvarsligar avleiðingar fyri samfelagsbúskapin, fyri stórar partar av vinnuni og fyri virksemið og vakstarmøguleikar kring landið.

- At náttúruviðurskiftini ikki eru til vildar, hava vit ikki sjálv ræðið á. Men vit hava ábyrgdina av at gera av, hvussu høgt veiðutrýstið er, og hvat er ráðiligt at taka úr stovninum á tí støði, sum teir eru, so teir hava møguleika at vaksa, tá ið nátturuviðurskiftini ganga við, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Uppskotið um fiskidagar er næsta punkt á skránni fyri tingfundin, sum byrjaði klokkan 10.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður