Ósemja um framtíðar pantskipan

2017-01-29 14:52 Author image
Sigmund Vang

Framleiðarar, innflytarar og handlar eru ymiskir á máli um, hvussu innheinting av einnýtisíløtum og endurnýtsluíløtum skal skipast í framtíðini. Fleiri halda at skipanin virkar væl sum hon ger í dag, hóast brúkarin má fara fleiri ymisk støð fyri at sleppa av við íløtini. Onnur halda tað vera skilagott – kanska neyðugt – at gera eina felags innsavning, so til ber at sleppa av við øll íløt, bæði endurnýtsluíløt og einnýtsluíløt á einum stað.

Í desember mánaði svaraði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, einum fyrispurningi frá Jørgeni Niclasen, løgtingsmanni, sum snúði seg um pant av einnýtisíløtum.

Svarið vísti, at tær fyritøkur, sum hava loyvi til at selja einnýtisíløt – og sum harvið eisini hava skyldu til at savna tey innaftur – í átta ára tíðarskeiðnum frá 2008 til 2015 hava havt eitt avlop uppá góðar 21 milliónir krónur.

Størst avlop hava Føroya Bjór, sum er størsta bryggjaríið í landinum, og heilsølurnar, sum flyta inn leskidrykkir í einnýtisíløtum.

Í kjalarvørrinum av hesum er uppstaðið kjak, um tað er rætt, at fyritøkurnar, sum hava loyvi til at selja vørur í einnýtisíløtum, hava avlop av søluni, tí avlopið kemst av, at færri íløt vera latin innaftur.

Nú er veruleikin tó ikki heilt so einfaldur, at innflytarar bara hava avlop, tí onkrir teirra rinda pant av einnýtisíløtunum í Danmark umframt at tey eisini rinda fyri at flyta íløtini av aftur landinum. Tá hesar upphæddir vera roknaðar uppí, er spurningurin, um tað er nakað avlop í heila tikið.

Hinvegin eru fyritøkur, sum hava avlop, men tá allar útreiðslur vera drignar frá, tosa við ikki um 20 milliónir yvir átta ár.

Og leggja vit so eisini tær útreiðslur sum standast av at savna fløskurnar inn og sortera tær, so verður upphæddin enn minni. Dimmalætting hevur ikki tøl fyri, hvussu nógv handilsfyritøkur, innflytarar og framleiðarar brúka uppá at savna íløtini innaftur, men taka við útgangsstøði í útreiðslunum hjá Rúsdrekkasølu Landsins, er talan um stórar upphæddir. Upp í fleiri milliónir krónur um árið. 


Brot úr grein í nýggjastu Dimmalætting

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður