Heimatíðindi

Fløkja um kapping og loðsbátar í Fuglafirði

2018-12-16 14:15 Author image
Georg L. Petersen

Fuglafjarðar Kommuna metir seg verða tikna av ræði av Kappingarráðnum, sum ístaðin fyri at økja um kapping leggur lunnar undir eina kappingaravlaging. Ráðið heldur hinvegin, at kommunan og havnarmeistarin taka ein lokalan veitara fram um ein annan – og tað er ikki loyvt

“Kappingarráðið hevur tikið avgerð um, at Fuglafjarðar Kommuna hevur framt brot á §11, stk. 1 í kappingarlógini.”

Soleiðis ljóðaði niðurstøðan hjá Kappingarráðnum í oktober mánaði í ár. Kommunan skal millum annað hava forðað Faroe Agency at útint loðsflutning fyri skip tey umboða, at hava forðað teimum í sleipitænastum og annars sett umsitingarligar forðingar í verk.

Niðurstøðan fekk drúgva umrøðu í nøkrum fjølmiðlum um hetta mundið – men í Fuglafirði vóru tey ósamd, og valdu at koyra málið í Vinnukærunevndina, har tað liggur enn. Ein grundgeving er, at tað má vera upp til havnarmeistaran at gera av, hvussu loðsflutningurin fer fram, tí tað er hann, sum situr við endaligu ábyrgdini av, at tænastan verður veitt nøktandi.

Tað heldur Faroe Agency ikki, at Fuglafjarðar Havn skal blanda seg í – tey hava avtalu við tey skipini sum tey umboða, og so kann havnarmeistarain halda seg til at hava loðs tøkan at seta umborð á bátin, sum skal føra hann út á skipið, ið hevur brúk fyri loðsi.

Les meira HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður