Heimatíðindi

Flogskiparafelagið: Formaðurin og tríggir nevndarlimir uppsagdir

Jóhan í Niðristovu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóhan í Niðristovu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-05-19 14:15 Author image
Sveinur Tróndarson

- Ja, hetta gjørdist ein blóðugur dagur. Fyri flogfelagið, men sanniliga eisini fyri fakfelagið, tí fýra av fimm nevndarlimum og eykalimum eru uppsagdir í dag.

Tað sigur Jóhan í Niðristovu, nevndarlimur í felagnum hjá flogskiparum, og sum er tann einasti nevndarlimurin, sum framvegis er í starvi hjá Atlantic Airways.

Bæði formaðurin, Rúni Højgaard, ið tók við formansskapinum aftur fyri fáum døgum síðan, og Hans Christian Petersen, næstformaður og formaður til fyri kortum, og báðir eykalimirnir, Thomas Bo Petersen og Jógvan Eli á Høvdanum, hava fingið uppsagnarbræv frá felagnum í dag.

Tí hevur Jóhan í Niðristovu í dag tikið leiklutin sum tann, sum hevur samskiftið úteftir vegna fakfelagið. Men tað er ikki einasta orsøkin. Rúni Højgaard, formaður, er eisini álitismaður, og sum slíkur situr hann saman við starvsfeløgunum á fundi við leiðsluna í Atlantic Airways, tá teir fáa uppsagnarbræv.

- Tað er ein lítið unniligur dagur, og hetta lýsir, hvussu álvarslig støðan hjá felagnum er, tá man nú velur at siga 19 av 30 flogskiparum úr starvi. Tað var upprunaliga ætlanin, at 20 flogskiparar skuldu sigast úr starvi, og tað var eisini støðan, tá eg fór upp í morgun, men talið er minkað við einum, av einari ella aðrari orsøk, sigur Jóhan í Niðristovu.

Støðan er álvarslig

Tað kemur ikki av ongum, tá leiðslan í einari vinnufyritøku velur at siga tveir triðingar av starvsfólkunum í einum fakbólki upp.

Tá er støðan álvarslig, og tað viðurkennir Jóhan í Niðristovu.

- Tað eru nógvir vinklar í hesum, men teir geva allir sama úrslit. Støðan hjá Atlantic Airways er øgiliga álvarslig, tí so at siga øll flúgving steðgaði frá degi til dag, og felagið hevur ongar inntøkur. Virksemið er meira ella minni heilt hildið uppat. Vit vita, at tað kemur í gongd aftur, og vit vóna, at tað verður skjótt, men til ta tíð má felagið gera okkurt, sigur Jóhan í Niðristovu.

Og tá tað hendur, vónar hann, at føroyingar veruliga fara at taka undir við føroyska flogfelagnum.

- Atlantic Airways hevur sera stóran týdning fyri føroyska samfelagið, og tað haldi eg, at allir føroyingar vita. Tí vóni eg veruliga, at fólk stuðla felagnum, tá farið verður aftur á flog, sigur Jóhan í Niðristovu.

Stuðul ella ikki

Eitt annað, sum hann er harmur um, er í samsvari við tað, sum leiðslan og nevndin í Atlantic Airways hevur verið inni á. Tað er, at føroyska flogfelagið kappast ímóti feløgum, sum hava fingið stuðul, og sum á tann hátt vera hildin á lívi.

- Tí er mín áheitan á føroysku myndugleikarnar at gera tað sama. Tí tað kann gerast ein ógvuliga dýr søga fyri føroyska samfelagið, um vit lata flogfelagið fara, tí man ikki vil veita fíggjarligan stuðul. Serliga tá man veit, at tey feløg, sum vit kappast við, hava fingið beinleiðis fíggjarligan stuðul, sigur hann.

Jóhan í Niðristovu vísir á Norwegian sum eitt dømi. Felagið var um reppið at fara av knóranum, men fór ígjøgnum fíggjarligum vaskimaskinuna, so norski staturin kundi geva felagnum stuðul ígjøgnum eitt lán uppá 2,7 milliardir norskar krónur. Tað svarar til 1,8 milliardir føroyskar krónur.

Eitt annað dømi er SAS, sum eisini hevur upptikið lán, sum svenski og danski staturin garantera fyri. Lánið er uppá 3,3 milliardir svenskar krónur, ella 2,3 milliardir føroyskar krónur, og danski og svenski staturin veita trygd fyri 90 prosentum av lánunum.

- Eg fari ikki at leggja meg út í politikk og tosa um, hvussu felagið skal stuðlast. Tó haldi eg tað vera rímiliga greitt, at myndugleikarnir mugu hjálpa til, serliga tá stjórnirnar í grannalondum okkara halda hondini undir okkara kappingarneytum, sigur hann.

Serliga trupul støða

Umstøðurnar at missa starvið beint nú eru vánaligar.

Marknaðurin brennir, tí so at siga øll flogfeløg, í øllum førum í okkara parti av heiminum, hava repað seglini og sagt fólki upp.

Tað hevur við sær, at tey uppsøgdu ikki – ella illa – kunnu leita sær aðrastaðni at finna nýggjan kjans.

Sum støðan er nú, klára teir flogskiparar, sum eru eftir, bara at servisera umleið eitt flogfar, heldur Jóhan í Niðristovu, tí umframt fimm manningar, skulu umleið sjey fólk til at loysa tær umsitingarligu uppgávurnar, sum eru knýttar at einum flogfelagi.

- Vit vita einki annað frá leiðsluni í Atlantic, at tey ætla at taka tey uppsøgdu fólkini innaftur, og tað vóna vit sjálvandi. Tí hetta er trupult, serliga hjá teimum, sum eru mitt í karrieruni, sigur Jóhan í Niðristovu.

Hann vísir á, at flestu av teimum, sum eru komin miðskeiðis á lívsleiðini, hava etablerað seg, bygt hús og annað, og tað er gjørt við støði í teimum inntøkum, sum tey hava havt.

- Vit leita ikki eftir sympati, men ásannað bara, at støðan er trupul, tí vit laga okkara lív eftir inntøkuni, sum vit hava. Vit máttu eisini uppá koronaskipanina, sum øll onnur, og tað var ein stór lønarniðurgongd, serliga hjá teimum, sum hava verið leingi í starvi. Tí vóni eg inniliga, at hetta fær ein enda skjótt, sigur Jóhan í Niðristovu.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður