Fløga við Ingálvi av Reyni

Fløga við Ingálvi av Reyni

2017-11-21 14:54 Author image
Innsent

Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar er heitið á nýggjari fløguútgávu, har Ingálvur av Reyni syngur. Talan er um tvífløgur við 30 sangum, 15 á hvørjari fløgu.

Ingálvur, ið var listamálari, var virkin sangari frá ungum árum av og upp í aldrandi ár síni. Hann sang í sangkórinum í Ebenezer. Harafturat sang hann saman við smærri bólkum – Sangbrøðrum, Dupultkvartettini í Ebenezer og sum tvísangari, eitt nú saman við Sunnevu Háberg.

Best minnast vit Ingálv sum einsangara og sum ein, ið mangan var at hoyra, tá ið kvøðuljómar Útvarpsins vóru í hæddini í seksti-, sjeyti- og áttatiárunum. Somuleiðis, tá ið hann sang passiónsálmar um páskirnar, fyriskipaðir av Ívari Iversen og Ólavi Hátún.

Sangupptøkurnar á fløgunum, har nakrar eru saman við áðurnevndu sangarum, fevna um eitt tíðarskeið á gott og væl tríati ár, frá 1958 til 1989.

Í fløguhúsanum, sum er skrýddur við tekningum og málningum eftir Ingálv sjálvan, eru sangtekstirnir at finna eins og søgubrot um Ingálv í sang- og tónleikahøpi.

Fløgan, sum Evangeliska Røddin gevur út, kemur í handlarnar í dag.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður