Heimatíðindi

Ongin framíhjárættur hjá fólki ið bera brek

Jan Müller (foto)

Jan Müller (foto)

2020-06-21 18:47 Author image
Katrin Johannessen

Laila Rólantsson skuldi fríggjadagin til Suðuroyar við systur síni at vitja mammuna, ið liggur á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hon hevði frammanundan kannað tíðirnar á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins, og har hevði hon eisini lisið, at bilar skuldu vera á kaiini, har koyrt verður umborð, 15 minuttir fyri fráferð. Hon helt tí, at tær vóru í góðari tíð, tá tær vóru har 30-40 minuttir fyri fráferðina, sum var kl. 13.

Tá tær komu á kaiina vóru nógvir bilar. Men tær fingu koyrt millum bilarnar til handicapbásarnar. Har stóð ein bilur við við einum kampingvogni og fylti báðar básarnar.

Fingu at vita, at vit ikki hava framíhjárætt
- Eg spurdi mannin á kaiini, um hesin bilurin við kampingvogni hevði handicapkort. Tað kundi jú verið, at hann hevði tað fyri tað, um eg ikki sá tað. Men hann svaraði ertin at nei, kampingvognurin hevði ikki handicapkort, men at hann hevði biðið hann stilla seg har og spurdi irriteraður, meðan hann veipaði við ørmunum, hvat vit komu darlandi til so seint. Eg royndi at vera vinarlig og greiddi frá, at vit skuldu til Suðuroyar, sigur Laila Rólantsson.

- Men hetta vildi hann ikki hoyra talan um og segði, at tað var Jóansøka og at vit kundu fara aftast í aftastu røð. At enda spurdi hann til mítt handicapkort og bað bilin við kampingvogninum flyta seg fram, soleiðis at hann stóð á tí eina handicapbásinum í staðin fyri í báðum. Men, legði hann afturat, vit skuldu ikki vænta at koma við og, at vit høvdu “fanin ikki framíhjárætt”, sigur Laila Rólantsson.

Hon var skelkað av hendingin og skrivaði um hana á Facebook sama dag. Har hava nógv dámt og skrivað viðmerkingar. Ein av teimum er Rosa Kjærbo, ið greiður frá, at hon eisini hevði ætlað sær til Suðuroyar við soninum Ásvaldi, ið er fjølbrekaður, at hyggja meðan hin sonurin spældi fótbólt.

Tey búgva í Skálavík, og høvdu bókað sær handicappláss við Teistanum. Av tí at Jóansøka var um vikuskiftið, hugsaði hon, at nógvir bilar mundu vera við Smyrli og ringdi tí til høvuðsskrivstovuna hjá Strandferðsluni at kanna um tað bar til at bóka sær pláss við Smyrli eisini.

- Eg vildi ikki bjóða soninum at fara til Havnar fyri síðani at ikki sleppa við, og bíða í fleiri tímar fyri at sleppa heim aftur til Skálavíkar. Tað er alt ov strævið fyri hann. So eg ringdi til høvuðskontórið hjá Strandferðsluni fyri at hoyra, um tað var møguligt eisini at bóka okkum við Smyril. Men har fekk eg, at vita, nei, vit skuldu í røð, sum øll hini og at fólk við breki hava ongan framíhjárætt. Men so spyrji eg bara, hvat handicapbásarnir á ferjuleguni so eru til, sigur Rosa Kjærbo.

- Eg hevði ikki ætlað mær at sagt nakað um hetta, men tá eg sá, hvat Laila Rólantsson hevði skrivað, so helt eg at eg skuldi siga okkurt. Serliga av tí, at bæði frá høvuðskontórinum og í støðuni hjá Lailu á kaiini, nýttu tey bæði orðið framíhjárætt. Hetta haldi eg vera sera løgið, sigur Rosa Kjærbo.

Ógreitt hvør tænastan hjá Strandferðsluni fyri fólk við breki er
Laila Rólantsson undrast eisini á, hvussu tænastan fyri fólk við breki verður skipað.

- Hvør heldur skil á nær hvør er komin og nær ein er í nóg góðari tíð at sleppa at standa í handicapbásinum og at sleppa við umborð? Og í hvussu góðari tíð skal man vera fyri at tryggja sær at sleppa við? Skal mann koma 4-5 tímar áðrenn? Tað eru ikki øll, ið megna at bíða so leingi. Har eru eisini einans tvey pláss niðri á ferjuleguni, har Smyril fer úr Havn. Tað er ikki serliga nógv, tá hugsað verður um, hvussu nógvir bilar sleppa við tilsamans. Eg fór inn at vita, um tað var møguligt at bóka áðrenn, men tað bar ikki til, sigur Laila Rólantsson.

Hon heldur, at tað er ein víðfevndur trupulleiki í Føroyum, at fólk ikki virða handicapbásarnar.

- Handicapbásar í Føroyum eru sum heild ov illa merktir og eru ov fáir í tali. Eg kann ikki fara í ávísar handlar, tí eg ikki kann parkera so tætt við, at eg fái gingið. Ofta standa bilar uttan handicapkort í básunum, og eg havi eisini upplivað fleiri ferðir, at byggitilfar og tílíkt verður lagt í teir. Eg meini, at ein alvorlig bót og átala skuldi verið givin, fyri at stilla bilin í handicapbásir uttan loyvi. Og tað skuldi slett ikki komið fyri, at bilar í bíðirøðini hjá Strandferðsluni, vera bidnir um, at stilla seg í básarnar, um tey ikki hava handicapkort, sigur Laila Rólantsson

Rosa Kjærbo heldur eisini, at tænastan hjá Strandferðsluni kundi verið betri.

- Tað hevði verið best, um skipanin, har til ber til at bóka pláss til fólk við rørslutarni, hevði verið fyri allar ferjurnar hjá Strandferðsluni og ikki bert umborð á Teistanum. Tí vit eru sera glað og nøgd við tænastuna við Teistanum, sigur Rosa Kjærbo.

Laila Rólantsson kom ikki við túrin kl 13, men noyddist at bíða til 18.30 í staðin. Rosa Kjærbo og sonurin fóru ongan veg, tí hon vildi ikki fara, tá hon ikki var vís í at sleppa við, tí tað hevði verið alt strævið fyri Ásvald.

- Tað er kanska ringt hjá fólki at seta seg í støðuna hjá teimum, ið tørva hesi parkeringarplássini, men vit hava øll eitt hjarta og tað skuldi borið til at skilt og virt handicapbásarnar, sigur Laila Rólantsson.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður