Heimatíðindi

Fleiri kanningar á djúpum vatni

Tey bæði nýggju fiskasløgini, sum vórðu skrásett á fyrsta sinni undir Føroyum í september 2017. Mynd: Havstovan

Tey bæði nýggju fiskasløgini, sum vórðu skrásett á fyrsta sinni undir Føroyum í september 2017. Mynd: Havstovan

2018-11-01 14:53 Author image
Turið Justinussen

Í Sjóvarmál 2018, ársritinum hjá Havstovuni stendur at lesa, at í 2017 vórðu tvey nýggj fiskasløg funnin undir Føroyum. Talan er um fiskasløgini Scopelogadus beanii og Pseudoscopelus altipinnis

Havrannsóknarskipið, Magnus Heinason hevur síðan 2014 gjørt árligar yvirlitstrolingar eftir fiski á djúpum vatni. Her verða broytingarnar í nøgd og aldri av ymsu fiskasløgunum undir Føroyum verða kannaðar til tess at fáa eina heildarmynd av støðuni hjá fiskastovnunum. Síðan árliga yvirlitstrolingin á djúpum vatni byrjaði í 2014, eru nýggj fiskasløg komin undan kavi á hvørjum túri. Tey seinastu vóru fiskasløgini Scopelogadus beanii og Pseudoscopelus altipinnis, sum vórðu funnin á rannsóknartúrinum hjá Magnus Heinasoni í 2017. Enn hava fiskasløgini einki føroyskt heiti.

Tá Rógvi Mouritsen gav bókina Fiskar í Føroyum út í 2007, vóru 235 fiskasløg við í bókini. Síðani eru komin nøkur afturat, og nú eru 254 ymisk fiskasløg skrásett undir Føroyum.

Orsøkina til at áhaldandi nýggj fiskasløg verða funnin, sigur Lise Helen Ofstad, lívfrøðingur á Havstovuni vera einfalda:
- Djúpvatnsøkið kring Føroyar er ikki væl kannað.

Føroya landgrunnur hevur leingi verið væl kannaður, men hetta er bert fimta árið yvirlitstroling hevur verði gjørd í djúpvatnsøkinum. Ætlanin er at halda á fram við hesu árligu djúpvatnsrannsóknini, um fígging áhaldandi verður játtað, sigur Lise Helen Ofstad.

Scopelogadus beanii
Tríggir fiskar av slagnum Scopelogadus vórðu funnir á tveimum ymiskum støðum norðan fyri Bill Baileybanka á áleið 800 til 100 metra dýpi. Tann, ið varð funnin á fyrru støðini var tólv sentimetrar langur og vigaði 24 gramm. Teir báðir, ið vórðu funnir á seinnu støðini, vóru ávikavist millum níggju og tíggju sentimetrar langir og vigaðu ellivu og fjúrtan gramm. Á enskum eitur fiskurin Beans bigscale, á donskum Beans kogleskælfisk og á íslenskum Kistufiskur. Scopelogadus beanii er svartur á liti, og er vanliga millum tíggju og fimtan sentimetrar langur. Høvdið er stutt og kantut við djúpum foyrum, kjafturin breiður við sera smáum tonnum. Kroppurin er avlangur og rundur. Hvíta roðslan er bæði stór og tjúkk, men situr rættiliga leys. Tí kann roðslan vera slitin av. Tá kann fiskurin kennast á teimum slitnu roðsluposunum, ið eru sum rípur á síðunum. Scopelogadus beanii livir bathypelagic, sum vil siga uppi í sjónum á stórum dýpi. Hann er at finna í Stillahavinum, Atlantshavinum og Indiska havinum, og hoyrir til familjuna Melamphaidae.

Pseudoscopelus altipinnis
Hetta forkunnuga fiskaslagið hoyrir til familjuna Chiasmodontidae, sum á enskum kallast snaketooth fishes ella swallowers. Hesi heiti eru sera beinrakin, tí fiskarnir í hesi familjuni hava serligar tenn í yvirkjaftinum, sum kunnu leggjast aftureftir, júst sum hjá slangu, og teir kunnu gloypa føði, ið er rættiliga stór í mun til egna kropsstødd. Tað finnast nógv ymisk sløg av fiski í hesi familjuni og tað er sera torført at eyðmerkja tey. Fyribilskanningar benda á, at talan er um ein Pseudoscopelus altipinnis. Hesin varð fingin á umleið 900 metra dýpi millum Føroyabanka og Bill Baileybanka. Hann var ellivu og ein hálvan sentimetur langur og vigaði fjúrtan gramm. Teir eru svartir og kunnu verða upp í tjúgu sentimetrar langir. Pseudoscopelus altipinnis er at finna mesopelagiskt, tað vil siga í tí tropiska og subtropiska partinum av Norðuratlantshavinum og Stillahavinum, frá umleið 200 metrar niður á umleið 1000 metrar dýpi.

[object Object]

Djúpvatnstúrurin hjá Magnus Heinasyni í 2017. Mynd: Havstovan

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður