Heimatíðindi

Fleiri føroyingar avlurtaðir av Facebook

Lurtar Facebook eftir tínum samrøðum? (Allar myndir: Shutterstock)

Lurtar Facebook eftir tínum samrøðum? (Allar myndir: Shutterstock)

2019-04-30 15:37 Author image
Hergeir Staksberg

Fleiri føroyingar skriva á Facebook, at tað er samband millum teirra samrøður og lýsingarnar á Facebook

Í gjár høvdu vit eina grein um, at Facebook møguliga avlurtaði samrøður hjá fólki og brúkti samrøðurnar í samband við lýsingar. Síðani hava vit lagt til merkis, at tað eru fleiri føroyingar sum hava upplivað, at teirra samrøður verða gandaðar til Facebook lýsingar, tá teirra telefon hevur verið í nærheitini.

Lat okkum siga, at tú tosar við ein vin. Tit byrja at tosa um, hvussu gott tað skal vera at ferðast til sól og strendur. Tit nevna býir sum Barcelona, New York og Rio De Janeiro, sum uppløgd støð at fáa eitt ordiligt tan. Meðan tit práta, so liggur telefonin antin í taskuni ella lummanum. Tá tú so seinni tekur telefonina fram, loggar á Facebook og byrjar at skrolla, so sært tú nakað merkiligt. Knappliga snúgva lýsingarnar hjá Facebook seg um bíligar ferðir til Barcelona, New York og Rio De Janeiro.

Hetta er nakað, sum fleiri føroyingar hava upplivað, tá mann hevur tosað um okkurt, sum eina løtu seinni er blivið til eina Facebook lýsing.

[object Object]

Vit hava funnið ymiskar føroyingar, sum hava deilt teirra upplivingar á Facebook. Her skrivar ein føroyingur um, hvussu lýsingarnar á Facebook knappliga fóru at snúgva seg um polaroid kamera:

”Eg og sonurin tosaðu um polaroid myndatól fyrradagin. Eg gjørdi ikki so mikið sum eina leiting eftir polaroid myndatólum, vit prátaðu bara um tað. Síðani eg opnaði Facebook aftaná okkara samrøðu, hevur mítt rensl verið skítfult av reklamum fyri polaroid myndatólum. Eg havi ikki sæð eina ta einastu áðrenn okkara samrøðu. So hóast teldan er klappað saman, so lurtar onkur. Helst telefonin. Og so verða mínir upplýsingar seldir víðari til onkran, sum vil selja polaroid myndatól”

[object Object]

Síðani svarar ein kvinna, at viðkomandi eisini hevur upplivað nakað líknandi:

”Eg havi upplivað líknandi. Eg hevði døgurðasteðg. Eg sat og las okkurt á mobilini, meðan prátið gekk. Seinni fekk eg reklamur um hetta, sum hini høvdu tosað um. Eg nevndi hetta dagin eftir, og tá hevði ein teirra fingið somu reklamu. Okkurt, sum vit ikki høvdu áhuga í, tosað um sjálvar ella høvdu leitað eftir.

Men tað endar ikki her, tí skjótt nikka tveir aðrir føroyingar skiljandi. Teir hava nemliga eisini upplivað nakað tað sama:

”Eg, og fleiri við mær, hava upplivað slíkt”, og ”Hatta havi eg verið úti fyri fleiri ferð eftir hondini”.

[object Object]

Og í dag skrivar ein av okkara kvinnuligu lesarum, at sonur hennara eisini hevur fingið lýsingar á sína facebooksíðu aftaná, at hann hevði tosað um útbúgvingar:

”Sonur mín tosaði vid ein vinmann um, at hann kundi hugsað sær eina serútbúgving - næsta dagin var ein lýsing um ta útbúgvingina á hansara FB-síðu. Hetta fortelir hann mær so nakað seinni, og næsta dag havi eg eisini lýsingar um størv við nevndu serútbygving.”

Les meir um sambandið millum samrøður og lýsingar á facebook HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður