Heimatíðindi

Fjølnir savnar pening til føroyingar við autismu

Fjølnir skipar fyri stuðulsátakinum fyri føroyingar við autismu (Allar myndir: FO Tattfest)

Fjølnir skipar fyri stuðulsátakinum fyri føroyingar við autismu (Allar myndir: FO Tattfest)

2019-05-07 13:33 Author image
Hergeir Staksberg

Ein málningur eftir Nick Morte verður seldur til hægstbjóðandi á komandi FO Tattfest. Allur vinningurin fer óskerdur til Autismufelagið í Føroyum

Fjølnir og fyrireikarnir av FO Tattfest vilja fegnir hjálpa føroyingum, sum eru raktir av autismu.

Tað hevur eydnast Fjølni at fáa russiska Nick Morte, sum er búsitandi í Norra gera ein málning til høvið. Hann kemur til Føroyar at tatovera, men upprunaliga er Nick Morte klassiskur málari, sum seinni er byrjaður at tatovera.

[object Object](Nick Morte vísir málningin fram)

- Eg spurdi, um hann kundi gera ein málning av Trónda í Gøtu, sum var ávegis í kríggj. Samstundis vildi eg eisini hava ta føroysku tjóðarblómuna við á málningin, sigur Fjølnir.

Úrslitið er ein stórur málningur av Trónda í Gøtu, har okkara tjóðarblóma morgunfrúan eisini sloppin upp í part. Málninginum verður síðani seldur á uppboðssølu til hægstbjóðandi. Allir peningurin fer til vælgerandi endamál, sum er hesaferð er Autismufelagið í Føroyum.

[object Object](Her sæst endaligi málningurin av Trónda í Gøtu og morgunfrúuni)

Tað er ikki av tilvild, at valið fall á Autismufelagið, tí autisma er nakað, sum Fjølnir kennir nógv til.

- Vælgerandi endamálið rakar eisini meg persónliga. Eg havi ein føroyskan gubbason við autismu, og eg havi eisini ein abbason við autismu, so hetta er nakað sum liggur mær nær. Og vit vilja fegin gera okkara til at varpa ljós á autismu og yvirhøvur hjálpa fólki við autismu, greiðir Fjølnir frá.

Fjølnir greiðir frá, at hann fult álit á, at Autismufelagið veit best, hvar pengarnir gera størst gagn, so tað stendur Autismufelagnum frítt at velja, hvussu tey brúka peningin.

FO Tattfest verður í tíðarskeiðinum 17-19 mai í Sjónleikarahúsinum í Havn.

Les meir um Fjølnir og heimskenda tattoofestivalin í Føroyum HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður