Heimatíðindi

Fjølnir hevur sett Føroyar á heimskortið

- Tað var Rasmus Rasmussen, sum var byrjanin til alt. Tað var hann sum spurdi, hví eg ikki kom til Føroyar at tatovera, greiðir Fjølnir frá (Allar myndir: FO Tattfest)

- Tað var Rasmus Rasmussen, sum var byrjanin til alt. Tað var hann sum spurdi, hví eg ikki kom til Føroyar at tatovera, greiðir Fjølnir frá (Allar myndir: FO Tattfest)

2019-05-06 17:22 Author image
Hergeir Staksberg

Takkað verið føroysku tónleikarunum Rasmus Rasmussen, Pætur Zachariassen og íslendska Fjølnir, hava vit ein heimskendan tattoo festival í Føroyum

Vit ringja til Fjølnir Geir Bragason, sum er maðurin handan FO Tattfest, og hann svarar í hinum endanum:

- Ja, hallo?
- Góðan dag, er tað Fjølnir?
- Ja, hetta er Fjølnir
- Hey, hetta er Hergeir frá Dimmu...
- Ja hey... og góðan merkisdag!
- Ha? Góðan hvat? Eg eri ikki ordiliga við...
- Góðan flaggdag!
- Nåh ja, passar. Tað er flaggdagur í dag. Jamen takk fyri tað

At Fjølnir byrjar samrøðuna við at ynskja mær góðan flaggdag, lýsir rættiliga væl tøttu bondini, sum Fjølnir hevur við Føroyar. Fjølnir hevur eisini gubbabørn í Føroyum og er generelt góður við Føroyar. So tað er heilt nattúrligt, at hann er blivin eitt slag av ambassadøri fyri Føroyar orsakað av føroyska tattoofestivalinum.

[object Object]

(Her er tað punkarin, Niels Galán, úr 200, sum verður prikaður av nálini hjá Fjølni)

Rasmus Rasmussen var byrjanin
- Í 1997 møtti eg Rasmus Rasmussen. Tað var hann, sum var guitarleikari í Makrel. Rasmus var ein ungur maður, tá eg møtti honum. Eg minnist, at hann var ótrúliga entusiastiskur og fullur í orku. Rasmus var byrjanin til alt, tí tað var hann sum spurdi, hví eg ikki kom til Føroyar at tatovera, greiðir Fjølnir frá.

Eitt ár seinni hevði Rasmus hálað í ymiskar træðrir og syrgt fyri, at Fjølnir kom til Føroyar at tatovera.

- ja, eg kom so til Føroyar í 1998 og aftur í 1999, men tað gekk skjótt upp fyri mær, at Føroyar ikki vóru til klárar til tatoveringar. Tað føroyska samfelagið var ov konservativt tá í tíðini, sigur Fjølnir.

[object Object](Fjølnir og motorsúkklan, sum fekk hann at venda aftur til Føroyar)

Tað góða við fíggjarkreppuni
Konservativa samfelagið í 1999 gjørdi, at tað kom proppur í. Í 10 ár var ongin Fjølnir var at hóma í Føroyum, men onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Her tosa vit um fíggjarkreppuna, har Ísland var ein av harðast raktu tjóðunum.

- Tit vóru tey einastu, sum vildu hjálpa okkum, tá vit veruliga høvdu brúk fyri hjálp. Tað eri eg ótrúliga takksamur fyri og stoltur av. Tað var eisini fíggjarkreppan, sum var byrjanin til, at vit gjørdu ein bike’ara film í Føroyum í 2009, greiðir Fjølnir frá.

Sambært Fjølni, so vistu føroyingar nógv um ísland, meðan íslendarar vistu lítið um Føroyar. Nakað, sum Fjølnir vildi broyta. So Fjølnir hoppaði upp á motorsúkkluna og fór til Føroyar. Her gjørdi hann ein film um lívið á motorsúkklu í Føroyum.

- Tá legði eg merki til, at Føroyar vóru nógv broyttar upp á 10 ár. Samfelagið var blivið meir opið, og føroyingar vóru klárir til tatoveringar.  

Bensin, hestakreftir og lukturin av brendum gummi endaði við, at Fjølnir so spakuliga byrjaði at tatovera í Klaksvík og Sirkus í Havn.

[object Object](Føroyska Silja Eystberg málaði plakatina til FO Tattfest í 2018)

Pætur Zachariassen luftar ein tanka
Tá deymurin av bensinið og brendum gummi so spakuliga hevði lagt seg, so var tíðin komin til Ólavsøkuna. Á Ólavsøku ber alt til. Knappliga standa løgmenn, skrellimenn og timburmenn lið um lið. Á Ólavsøku verða øll javnstillaði eina løtu og koma hvørjum øðrum við. Stutta av tí langa: Ólavsøkan er eitt fínt høvi at lufta sínar tankar fyri øðrum fólki.

- Á Ólavsøku í 2010 kom ein ungur maður yvir til mín. Tað var Pætur Zachariassen frá Boys in a Band. Vit byrjaðu at tosa um tatoveringar, og so sigur Pætur: “Hví hevur tú ikki bara ein tattoofestival her í Føroyum?” Tá minnist eg, at eg hugsaði: “Tú, hatta er faktiskt eitt rættiliga gott hugskot!”, sigur Fjølnir.

Tvey ár aftaná, at Pætur hevði plantað ein tanka í høvdið á Fjølnir, so var tankin blivin til føroya fyrsta tattoofestival.

- Tað hevur verið heilt fantastiskt at uppliva, hvussu festivalurin bara er blivin størri og betri við tíðini. Nú eru vit komnir hartil, at vit hava eitt luksus problem. Nú verða vit ofta noyddir at siga nei við fleiri tatovørar, tí vit ikki hava pláss fyri meir.

[object Object]

(Ein flott tikara tatovering frá FO Tattfest) 

Kanónirnar á Skansanum fáa selskap
Tað eru ikki øll sum sleppa at luttaka. Tú skalt vera ein rímiliga stór kanón innan tattoo heimin, um tú skal hava nakran kjans at luttaka. Sambært Fjølnir, so hava tey bara havt stór nøvn á plakatini frá byrjan. Og her tosa vit um tatovørar úr øllum heiminum.

- Tá vit byrjaðu, vistu fólk ikki av, at Føroyar eksisteraðu. Tey funnu ikki Føroyar á kortinum. Nú, átta ár seinni verði eg noyddur at siga nei til fleiri stór nøvn. Tað er fantastiskt, at vit eru komin so langt at tað, sum fólk øll fólkini tosa um í tattoo umhvørvinum, er okkara lítli festivalur í Føroyum. Og hvørjaferð hava tatovørarnir verið ovfarnir av Føroyum og givið Føroyum super umrøðu, greiðir Fjølnir frá.

[object Object]

(Gamli guitarleikarin í Týr, Terji Skibenæs, er ein av føroysku tatovørunum, sum hevur luttikið á FO Tattfest)

Tá kanónirnar lenda í Vágunum, vápnaðar við fullum kuffertum av nálum og blekki, so er tað Fjølnir, sum tekur í móti teimum. Og áðrenn festivalurin verður skotin í gongd, so syrgir hann fyri at geva teimum eina góða uppliving í Føroyum.

- Vit syrgja altíð fyri at vísa gestunum oyggjar sum Mykines, Koltur ella Nólsoy. Vit hava eisini verið í Vestmannabjørgunum við okkara gestum, og yvirhøvur so royna vit at geva teimum eina góða uppliving í Føroyum, greiðir Fjølnir frá.

Festivalurin er eisini ein møguleiki hjá føroyskum listafólki og tónleikarum at vísa síni evnir.

- Vit hava eisini føroyskan tónleik á festivalinum. Hesir bólkarnir sleppa so at framføra fyri stórum nøvnum í tattoo verðini. So festivalurin er eisini reklama fyri føroyskan tónleik, sigur Fjølnir at enda.

Festivalurin verður 17-19 mai í Sjónleikarahúsinum í Havn

Les meir um FO Tattfest HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður