Heimatíðindi

Fjarhitafelagið skal vera meiri opið

2019-06-03 15:36 Author image
Leif Láadal

Nevndin í Fjarhitafelagnum hevur skift formann, so sum tað verður gjørt eftir galdandi reglum fyri felagið. SEV og Tórshavnar kommuna eiga felagið í felag, og formaðurin verður valdur fyri tvey ár í senn, skiftivís millum SEV og kommununa. Næstu tvey árini eigur Tórshavnar kommuna tørn, og tað verður Bogi Andreasen, býráðslimur, sum skal røkja uppgávuna at vera formaður.

Felagið er vaksið nógv seinnu árini, og tað fer at veksa enn meira komandi tíðina. Við økta virkseminum gerast krøvini frá brúkarunum eisini fleiri og fleiri, og tað hevur felagið upplivað. Funnist hevur verið at, at felagið ikki kunnar sínar kundar nóg væl í mun til bæði verandi og komandi virksemi. Eisini hevur verið funnist at, at felagið brúkar oljuprísin sum útrokningargrundalag, tá tað í hesum førum er talan um sonevnda grøna orku.

Báðar hesar atfinningar verða tiknar í álvara, og broytingar fara at henda komandi tíðina, sigur nýggi formaðurin.

– Um tú til dømis hyggur inn á heimasíðuna hjá felagnum, so er rættiliga avmarkað, hvat tú sært har, og tað fari eg at arbeiða fyri at bøta um. Vit eiga at vera betri til at kunna brúkararnar um virksemið í felagnum. Tað kann til dømis vera um íløguætlanir og dagførdar upplýsingar um, hvar orkan kemur frá, sigur Bogi Andreasen.

Hetta er brot úr longri grein í Dimmalætting farna vikuskiftið. Dimma+ haldarar kunnu lesa alla greinin HER

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður