Eftir at hava viðgjørt uppskotið hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan í níggju tímar, og eftir 12 broytingaruppskot, bleiv uppskotið endaliga samtykt við 3. viðgerð. Allir 16 limirnir í samgonguni, Sonja Jógvansdóttir og - heldur óvæntað - Bill Justinussen atkvøddu fyri uppskotinum. Tað merkir, at 18 tinglimir atkvøddu fyri uppskotinum og 15 ímóti.
Sambært in.fo, var tað ógvuliga óvæntað, at Bill Justinussen fór at atkvøða fyri uppskotinum. Ongin hevði varhugan av tí.
Nýskipanin kemur partvís í gildi 1. januar 2018.

Ljósmeistarin
Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið