Fiskivinnuaðalin mótmælir í Klubbagarðinum

Fiskivinnuaðalin mótmælir í Klubbagarðinum

2017-06-04 13:48 Author image
Jóanes Nielsen

Tað var føroyski fiskivinnuaðalin, sum í lýsingini 29. mai stevndi inn á Havnarvág og blokeraði høvuðsstaðin. Talan var um eini 30 stásilig skip, men ikki ein línubátur taldist millum førini, og enn minni nakar útróðrarbátur. Uppá allar mátar er munurin millum 29. mai-blokaduna, og so juni- blokaduna í 1975, tá Meginfelag Útróðrarmanna blokeraði eystaru og vestaru bryggju, og eisini Oyggjarvegin, ógvusligur. Í ’75 var tað húkaflotin, sum rópti neyðarróp, nú eru tað reiðararnir, og teirra handgingu menn í Føroya Fiskimannafelag og Skipara- og Navigatørfelagnum, sum hótta. Tað er langt síðani, at húkurin átti nakran góðan, og heldur ongantíð áður hava okkara stovnar verið so illa fyri. So til ber at skilja, at línuskipini og útróðrarførini ikki rættiliga kendu seg heima millum teir trolarar, sum hava smildrað sundur fiskigrunnarnar og bankarnar.

Myndin av nótabátunum og trolarunum fekk ein at minnast Havnina tey árini, tá stórir partar av skattagrundarlagnum hjá kommununi stavaðu frá fiskivinnuni. Eini 150 fólk arbeiddu á Bacalao, eini 10-15 mans á Tunnuvirkinum, nakrir fingu sína tímaløn á Saltsøluni, og á Tórshavnar Skipasmiðju, sum umvældi flotan, mundu tað starvast út við 100 menn. 3-4 ferðir árliga skipaðu teir prýðiligu systurtrolararnir Brandur Sigmundarson og Magnus Heinason sína veiðu upp á Bacalaokaiini, og umborð á hvørjum skipi vóru gott 40 mans. Við bátaskipinum Hvítabjørn vóru um 30 mans. Eisini nakrir línubátar vóru, minnist Búgvan, Brest og Beinir, og so tann hampuliga prúða flotan av størri og smærri útróðrarførum. Tá luktaði Havnin lívsjáttandi av fiski og fiskaarbeiðið, og orðini hjá Laxness um, at lívið er saltfiskur, kundu staðið við stórum stavum skrivað á Tinganesbygningarnar. Meginparturin av innflutninginum til Føroyar lá um bryggjukantin í Havn, og eisini ein stórur prosentpartur av útflutninginum. Fiskasentralurin leveraði agn, Esso og Shell-fyritøkurnar olju. Og mitt í rokanum stóð tann lítilátni kaffivognurin hjá Sømark.

Hetta vóru saltfiskaárini, tíðin áðrenn lond fluttu síni fiskimørk út á 200 fjórðingar, og áðrenn føroyingar rættiliga fingu sær flakavirkir. Tá ivaðust tey flestu í, at Føroyar kundu byggja sín búskap á tað tilfeingi, sum svam kring oyggjarnar. Hetta var eisini tíðin, áðrenn skiparar sum Kristjan Martin Rasmussen bóðu til Gud um at senda sær nøkur túsund tons av fiski inn á Føroyaleiðina. Hví sigur maðurin sovorðið møsn? Tað, sum hann í veruleikanum biður Gud um, er at stjala nøkur túsund tons frá annaðhvørt norðmonnum ella bretum. Út frá einum kristnum sjónarmiði er tað bannað at stjala, og beinleiðis at biðja Gud um at luttaka í stuldrinum, tað er ikki bara blasfemi, men ein eingangsbilett beint niður í helviti! Tó var tað eitt, sum savnaði flestu føroyingar tey árini, og tað var mótstøðan móti trolinum, ikki minst móti teimum nasku, bretsku trolarunum. Til ber at siga, at tað var ampin fyri trolinum, sum gav Meginfelag Útróðramanna vind í seglini, og í juni mánaði í 1975 gjørdu teir ikki mætari enn at blokera høvuðsstaðin.

Tey flestu fakfeløgini stuðlaðu Meginfelagnum, tá teir blokeraðu Havnina, eitt undantak var tó Føroya Fiskimannafelag. Og júst tað hildu fólk vera sera margháttligt. Men við eini frástøðu uppá 42 ár, er tað kanska ikki so løgið, serliga tá ein minnist, hvussu reiðarakærur táverandi formaðurin Óli Jacobsen var. Teir menn sum hann umboðaði, vóru kraftblokkamenninir í Norðsjónum, trolmenninir í Barentshavinum, línuflotin sum royndi við New Foundland og undir Íslandi, og so rækjuflotin. Fæstu teirra dugdu at ímynda sær, at havøkið kring Føroyar skuldi koma at gerast teirra tilstundandi arbeiðsøki, tí kostaði tað ikki formanninum høvdið, tá hann sýtti at stuðla tiltakinum hjá útróðramonnum.

Um tað kann vera mær loyvt at endurgeva meg sjálvan, so viðgjørdi eg í 2006 salgið av Sólborg í hesi avísini. Skipið var selt fyri eina triðings milliard, og bróðurparturin av tí upphæddini stavaði frá fiskiloyvinum, sum tær almennu Føroyar áttu. Men at reiðaríið bedróg landskassan, tað fekk ongar fylgir. Ein av teimum døgunum møtti eg konu Eiler Jacobsen, og indignerað spurdi hon meg, nær eg fór at geva teirra familju frið. Eg visti onki at svara, og tað er tað forbannaða við politiskum atfinnaravirksemi í so lítlum samfeløgum, at man so at siga dagliga møtir teimum, sum man hevur at. Nakað av rumbli stóðst av greinini, og ikki óvæntað legði fyrrverandi løgmaður og formaður Fólkafloksins, Jógvan Sundstein, upp í tjakið. Hann var av teirri áskoðan, av Eiler Jacobsen hevði verið somikið raskur, at hann fortjenti hasar 300 milliónirnar at forsøta sær ellina við.

Fyri eini 12, kanska 15 árum síðani, prátaði eg við vinnulívsmannin, fantastin og skaldið Jóhan Hot Mortensen. Hann gramdi seg um, at Havnin hevði flutt seg alt ov nógv frá sínum uppruna, líktist mest einum donskum provinsbýi. Sóu børn t.d. eitt mann í ketildrakt ella í niðurbrotnum klovstivlum, so runnu tey skríggjandi avstað undan hesum hóttandi skepilsinum. Myndin var sera rámandi, og í klubbagarðinum morgunin 29. mai heilsaði eg uppá Jóhan, og hann tóktist at trívast millum hesar fiskimenn, sum eru fortreytin fyri føroyskum útflutningi.

Umboð fyri fakfeløgini vildu vera við, at eini 1000 mans mótmæltu uttanfyri Tinghúsið og inni í Klubbagarðinum. Tá feløgini rópa so nógvar mans upp á barrikadurnar, er tað eisini teirra uppgáva at servisera menninar. Frá talarastólinum segði formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum, Annfinnur Garðalíð, at feløgini spanderaðu døgurða og kaffi inni á matstovuni Shanghai. Tað, sum hann gloymdi at siga, var at beiggi hansara átti matstovuna. Ikki tí eg ikki unni fakfelagsbeiggjanum eina mánadagsfortjenastu uppá einar 100.000 krónur. Men soleiðis er í veruleikanum alt hatta málið skrúvað saman. Onki skott er millum tey ymisku seráhugamálini, og serstakliga stættarstríðshugtakið er fullkomiliga vaskað burtur.

At so innlýsandi reiðarapolitikkur fær Føroya Fiskimannafelag og Skipara- og Navigatørfelagið á barrikadurnar, er kortini ikki so løgið. Teir umboða menn, sum tjena millum eina og tvær milliónir árliga, og slíkir eru vanliga loyalir móti sínum arbeiðsgevara. Og tað er ikki so torført at skilja. Undir kapitalismuni fær man nevniliga trúttað niður í seg, at tað, sum lívið snýr seg um, er pengar! Penganna glámlýsi tølir sálirnar, hóast man onki fær við sær í grøvina. Fiskimenn eiga tó at hava í huga, at uppsjóvarævintýrið stendur ikki við í allar ævir. Annaðhvørt megna teir at fiska stovnin niður, ella hvørvur stovnurin úr okkara sjóøki á sama hátt, sum hann kom inn á okkara sjóøki. Tá vera skipini seld undan tykkum, og billið tykkum ikki inn, at partafelagið Varðin ella Hanus Hansen tann dagin fara at geva tykkum eitt gylt lógvatak uppá eina millión í hondina.

Alfred Gøtuskeggi fortaldi mær einaferð eina søgu um ein fuglfirðing, sum var farin út á kaiina at leita sær eftir einum javnara. Ein Kjølbrotrolari, sum hevði verið í Bremerhafen og selt, var nevniliga komin inn á Fuglafjørð, og uttan iva áttu teir ein javnara. Men hvussu hann so lefflaði fyri teimum, so fekk hann ikki dropan. Komin inn á bryggjukantin sigur hann við menninar, sum stóðu afturi við gálgan, at tað var øgiligt sum teir vóru brúnir. Ein svaraði, at tað var summar og sól í Bremerhafen. Nei, segði tann hundasjúki, tað var ikki sólin, sum hevði brúnkað teir, men sum teir høvdu slokt reyvaringin á Kjølbro.

Var nótaflotin ogn hjá tí føroyska statinum, so hevði stríðið um salg av kvotum ikki verið til. So fór yvirskotið beint í landskassan, soleiðis sum tað er við yvirskotinum hjá Royal Greenland. Tá høvdu menn heldur ikki tjent tvær milliónir árliga, men hvat skal man gera við so nógvar pengar? Tú verður ikki lukkuligari og nøgdari av teirri grund. Tað verður so mangan tikið til, at pengar eru rótin til allan tramanskap, og tann pástandurin er ikki burturvið.

Men at lagt eitt uppskot um tjóðartøku av framleiðslutólunum fyri á tingi, tað hevði mjølvað sundur samgonguna, og næsti løgmaður hevði annaðhvørt verið fyrrverandi deknurin á Leitinum, ella hasin raffineraði Niclasenskálkurin úr Sørvági. Nú verða so fiskiloyvini loyst frá stálinum, og sostatt verður broddurin tikin av kvotuspekulasjónini. Fær man ikki eitt ordiligt egg, má man taka til takkar við einum neyðareggi.uppsjóvarævintýrið stendur ikki við í allar ævir

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður