Uppskotið til "fyrisiting av sjófeingi"

2017-03-06 16:15 Author image
Sigmund Vang

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, kunnaði í dag almenningin um uppskotið hjá samgonguni um fiskivinnunýskipanina.

Í grein 1 í lógini stendur, at lógin fevnir um at gagnnýta livandi tilfeingi í føroyskum sjógvi og uttan fyri føroyskan sjógv, og at fáast við slíkt, sum stendur í samband við at gagnnýta tilfeingið, so sum at umskipa, leggja upp, taka ímóti, flyta, goyma, virka og selja ella umseta livandi tilfeingi og útdrátt úr hesum.

Lógin skal sambært grein 2 tryggja røkt og lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygga gagnnýtslu av livandi tilfeinginum í sjónum, at varðveita sjófeingið sum ogn Føroya fólks, at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá vinnum, ið gagnnýta tilfeingið, og at stuðla undir arbeiðsmøguleikar og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið.

Dentur skal sambært lógini leggjast á:

1) at gagnnýtslan av sjótilfeinginum er burðardygg og tryggjar mest møguligu virðisøking, og at virðisøkingin kemur vinnuni og føroyska búskapinum til góðar,

2) fyrivarnisregluna sambært millumtjóða avtalum og leiðreglum,

3) vistskipanarregluna og sambandið millum ymisku dýra og plantusløgini í sjónum og meingi teirra, og at tryggja lívfrøðiliga margfeldið,

4) at øll hava javnbjóðis atgongd til rættindi at gagnnýta livandi tilfeingið í sjónum,

5) at atgongdin til tilfeingið verður býtt á ein hátt, sum gagnar øllum pørtum av landinum,

6) munagott eftirlit við gagnýtsluni av livandi tilfeinginum í sjónum,

og

7) at millumtjóða sáttmálum og avtalum um fyrisiting av sjótilfeingi, sum Føroyar eru partur av, og altjóða meginreglum hesum viðvíkjandi.


Alt lógaruppskotið kann lesast HER

  

  

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður