Heimatíðindi

Fýra fimtingar er uppsjóvarfiskur

2016-06-12 12:56 Author image
Dimma

- Heildarveiðan er økt munandi síðani 2012, nærum 230 túsund tons, og nærkast nú metárinum 2006, tá heildarveiðan var 623 túsund tons. Orsøkin til stóru økingina seinastu fýra árini, er einamest, at  væl meiri av svartkjafti er veiddur – ein øking í nøgd hesi fýra árini á 239 túsund tons, skrivar Hagstova Føroya, sum hevur gjørt tølini upp.

Seinastu árini hevur nógv verið tosað um sild og makrel, meðan svatkjafturin ikki hevur verið líka frammalaga sum fyri nøkrum árum síðan. Orsøkin er, at svartkjaftastovnurin var illa fyri, og heildarveiðan sett niður. Men nú er gongd komin á aftur, og er nú nógv tann størsti parturin av heildarveiðuni hjá føroyskum skipum, heili 282 tons í 2015 – seinastu fýra árini er hesin fiskiskapur øktur við heili 239 tonsum. Hetta hendir samstundis, sum fiskiskapurin eftir makreli er í minking.

Tá føroysk skip veiddu mest, í 2006, var heildarveiðan 623.000 tons, og tá var tað eisini svartkjafturin, sum gjørdi munin.

Lesið meira HER

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður