Kanadiski stongsulin fyri fiskifør settur úr gildi

2017-02-10 15:48 Author image
Sigmund Vang

Kanadiska stjórnin hevur boðað frá, at havnastongsulin fyri føroysk fiskiskip nú er settur úr gildi.

Tað boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá.

Kanadisku havnirnar hava verið stongdar fyri føroyskum skipum síðani 2002, orsakað av ósemju í NAFO um býtið av rækjum á Grand Bank. Í tíðarskeiðum hava kanadisku havnirnar verið lætnar upp fyri føroyskum skipum, men síðani 2010 hevur havnastongsil verið galdandi.

Føroya landsstýri hevur á fundum og við áhaldandi diplomatiskum samskifti við kanadiskar myndugleikar, víst á, at havnastongsul ikki er rættur framferðarháttur at loysa eina slíka ósemju. Landsstýrið hevur eisini víst á stóra týdningin av einum góðum samstarvi millum Føroyar og Kanada, og at stongdu havnirnar ikki eru fremjandi fyri einum styrktum samstarvi. Føroyar og Kanada hava nógv felags áhugamál og samstarva annars væl í fleiri ymsum millumtjóða felagsskapum, so sum NAFO og Arktiska Ráðnum.

Í fráboðanini um, at havnastongsilin er settur úr gildi, leggur kanadiska stjórnin dent á góða og økta samstarvið millum Kanada og Føroyar á fiskivinnuøkinum. Eisini verður víst á felags ábyrgdina hjá limalondunum í fiskiveiðifelagsskapinum fyri útnyrðingspartin av Norðuratlantshavinum, NAFO, at tryggja burðardygga gagnnýtslu av stovnunum í økinum.

- Tað er eitt týðandi frambrot, at tað er eydnast at fáa havnastongsilin settan úr gildi, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

- At føroysk skip aftur fáa atgongd til havnirnar fer at koma væl við hjá føroysku fiskiskipunum, sum fiska á Flemish Kap. Somuleiðis er hetta er eitt týdningarmikið stig í viðurskiftunum millum Føroyar og Kanada. Tí Føroyar ynskja samstarv og góð sambond við Kanada.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður