Heimatíðindi

Fínteljingin broytti einki

Nakrar atkvøður vórðu fluttar, men fínteljingin broytti einki av týdningi (Savnsmynd)

Nakrar atkvøður vórðu fluttar, men fínteljingin broytti einki av týdningi (Savnsmynd)

2019-09-04 21:01 Author image
Emil Jacobsen

Í dag hevur fínteljing verið av løgtingsvalinum 31. august, og ein ávísur spenningur var serliga í Framsókn, har bara ein atkvøða var á muni millum Poul Michelsen, sum varð valdur á ting, og Ruth Vang, sum gjørdist akkurát ov stutt.

Fínteljingin broytti tó einki við tingmanningini. Hinvegin øktist munurin millum Poul Michelsen og Ruth Vang, tí Poul Michelsen fekk seks atkvøður afturat, og Ruth Vang fekk eina afturat. Sostatt endaði Poul Michelsen á 271 persónligum atkvøðum og Ruth Vang endaði á 265 atkvøðum.

Hjá Javnaðarflokkinum fekk Eyðgunn Samuelsen eina atkvøðu afturat og fekk tilsamans 269 atkvøður, meðan Bjarni Hammer fekk 271 atkvøður. Sostatt minkaði munurin millum tey bæði við einari atkvøðu.

Hjá Fólkaflokkinum fingu Annika Olsen og Brandur Sandoy sama atkvøðutal, 289 atkvøður. Annika Olsen fekk eina atkvøðu afturat meðan Brandur Sandoy fekk 2 atkvøður afturat. Løgtingsvalnevndin avgjørdi tí við lutakasti, at Annika Olsen er nummar 10 á listanum, meðan Brandur Sandoy er nummar 11.

Endaliga úrslitið verður at síggja á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, sigur løgtingsvalnevndin í tíðindaskrivi í kvøld.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður