Fólkaflokkurin í Havn finst at bankakeypi

2016-06-07 07:00 Author image
Dimma

Tað er vorðið nakað nógv av tí góða at keypa bygningar.

Annika Olsen, forkvinna í Havnar Framburðsfelag, sum er felagið hjá Fólkaflokkinum í Havn, sigur vegna nevndina, at tað kann vera ein skilagóð íløga at keypa almennar bygningar. Men spurningurin er, um rætt er umsitið, tá man ikki hevur gjørt sær greitt frammanundan, hvat hesir skulu brúkast til.

- Taka vit keypið av Bank Nordik bygningunum, so kostaðu teir skattgjaldarunum út við 100 milliónir krónur, og enn tykist ikki greitt, hvat hesir bygningar skulu brúkast til. Hetta er ikki nøktandi, sigur Annika Olsen.

Havnar Framburðsfelag vísir á, at eitt skattaprosent kostar Tórshavnar kommunu umleið 30 milliónir krónur, og at ein skattalætti á 1-2 prosent hevði munað væl hjá hart sperdum barnafamiljum.

- Nógvir batar eru at hóma í okkara høvuðsstaði. Tað fegnast vit um. Spurningar reisa seg tó, um tað í løtuni ikki verða óneyðuga nógvir almennir bygningar keyptir fyri 100 tals milliónir, sigur Annika Olsen vegna Havnar Framburðsfelag.

Val er í hondum, og Havnar Framburðsfelag sigur seg vilja arbeiða fyri at lækka skattin eftir komandi val. Fólkaflokkurin er annars partur av býráðssamgonguni í Tórshavnar kommunu.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður