Heimatíðindi

Finnbogi Midjord: Havi ongan møguleika at fáa sýslumanspartin til høldar

Seðlarnir komnir út. Finnbogi Midjord, sýslumaður, á vestaru bryggju í Havn saman við Anniku Olsen, borgarstjóra (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Seðlarnir komnir út. Finnbogi Midjord, sýslumaður, á vestaru bryggju í Havn saman við Anniku Olsen, borgarstjóra (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-08-07 14:35 Author image
Ingi Samuelsen

Hóast sýslumaðurin í einum grindaøki stendur til at fáa tvey prosent av grindini í samsýning, so er tað ikki altíð, at sýslumaðurin fyri Streymoyar og Vága sýslu fær hetta til høldar.

- Eg fái ikki stóran ágóða av sýslumanspartinum, tí eg havi ikki møguleika fyri at taka mær av tí. Eg havi ikki nakran møguleika at taka mær av partinum sjálvur, so onkuntíð fái eg sonin at hjálpa mær við at skera upp, so eg fái eitt sindur í kaggarnar, og annars lati eg burturav, eitt nú til eldri fólk í bygdini har eg búgvi, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.

- Vanliga fái eg onki gjørt við partin, tí eg eri ikki ílatin til at taka mær av grindini tá eg eri til arbeiðis, og latið bara onnur fáa mín part, sigur Finnbogi Midjord.

Sambært grindakunngerðini eigur sýslumaðurin í grindaøkinum tvey prosent av grindini. Men Finnbogi Midjord hevur als einki ímóti, at hetta verður broytt eins og Hans Jacob Hermansen, fyrrverandi formaður í Grindamannafelagnum eisini legði upp til í grein í Dimmalætting í farnu viku.

Umframt at fólk hava illneitast inn á, at sýslumaðurin skal fáa so stóran part, so hevur eisini verið ávís ónøgd yvir, at starvsfólk hjá kommununi fara avstað við so stórum parti, tá grind er í Havn.

Finnbogi Midjord greiðir frá.

- Í Havn hevur tað altíð verið so, at kommunan hevur tikið sær av grindabýtinum, og á ráðhúsinum í Vaglinum hevur leingi hingið ein listi yvir fólk, ið verða innkallað til at hjálpa til, tá grind er.

- Eg havi altíð hildið, at listin var í so langur, og vit hava eisini gjøgnumgingið hann, og fingið hann styttan nakað. Arbeiðið við at endurskoða listan er ikki liðugt enn, so hann skal styttast nakað afturat, sigur Finnbogi Midjord.

Tá tað er sagt, so er eisini tørvur á nógvari og skjótari hjálp, tá grind er. Vit tosa eitt nú um kranar at lyfta hvalirnar, fólk at opa og fáa burtur innvølir, fólk at skriva upp, telja upp, merkja, halda vakt og so framvegis.

Sambært fyriskipanini er tað sýslumaðurin einsamallur, sum stendur fyri hesum arbeiðinum, men hann hevur ikki pengar at lata fólki løn afturfyri. Hinvegin hevur hann í grindakunngerðini heimild til at lata hjálparfólkunum part av grindini, og tað er eisini tað, ið verður gjørt.

Les eisini: Grindabýti: Meira enn helmingurin kann fara áðrenn skift verður 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður