Mentan

Filmsvinnan skal kunna gagnnýta altjóða viðrákið

2018-12-11 14:58 Author image
Turið Justinussen

Filmsvinnan skal gagnnýta jaligu myndina, útheimurin hevur av Føroyum. Tað heldur Jan Berg Jørgensen 

Við góðum ummælum í útlendskum miðlum, er føroyska ferðavinnan fyri ógvusligum vøkstri, men tað eru ikki bert ferðafólk, ið koma higar: Føroyar røkka longri og longri út um landoddarnar.

Sum dømi, kann heiðranin herfyri av Guðrið Højgaard, stjóra í Visit Faroe Islands, nevnast, har hon bleiv vald sum ein av teimum 28 týdningarmestu fólkunum í Evropa av viðurkenda miðlilinum, Politico 28, sum segði hana hava evnað sítt heimland til á ein virðingarverdan hátt og fara at hava stóra, jaliga ávirkan á Føroyar í 2019.

Les eisini: Føroysk list vakir ans uttanlanda

Viðrákið skal kunna gagnnýtast
Andlitið hjá Føroyum úteftir er í stóran mun filmsborið, og talan er sostatt um týdningarmiklar visuellar frágreiðingar, ið seta fokus á føroyskan film, heldur Jan Berg. Sum dømi, nevnir hann Faroe Translate og filmslýsingarnar hjá Atlantic Airways.

Jan Berg Jørgensen er útbúgvin cand.mag. í enskum og films- og miðlavísindi og undirvísur í hesum á Glasi. Eisini er hann ein av stovnarunum av filmsskúlanum Klippfisk, ið virkar fyri menning av einum filmsvakstrarumhvørvi fyri filmsspírar. 

- Viðrákið skal gagnnýtast, sigur Jan Berg, ið er sannførdur um, at “image” viðrákið, Føroyar í løtuni hava, heilt vist eigur at verða gagnnýtt filmslistaliga.

Til dømis eftirspyr Netflix, tann víðagitni, amerikanski veitarin av online-stroyming av filmum og sjónvarpsrøðum, eitt øðrvísi landsslag og nýggjar norðurlendskar filmsfrágreiðingar. Slíkt, Føroyar kann bjóða. 

Neyðugt at treysta undirstøðið í filmsvinnuni
- Vit eru komin har til, at vit megna at framleiða spælifilm, ið er ein nógv tyngri prosess enn stuttfilmur, greiðir Jan Berg Jørgensen frá og leggur afturat: 

-Vit hava einar átta til tíggju filmsleikstjórar, ið eru potentielt klárir at framleiða spælifilm. 

Les eisini: Methøgur áhugi fyri filmsframleiðslu

Men hóast vit eru á røttu kós við filmsgrunni og samtyktari lóg um Filmshús og afturberingaskipan, eru vit á einum grundstigi, greiðir Jan Berg Jørgensen Dimmalætting frá.

Sambært Jan Berg Jørgensen eru fyritreytirnar nevniliga ikki heilt til staðar, skal filmsvinnan gerast ein lønandi vinna, við nørdum undirskógi av førleikum, og skulu Føroyar kunna gagnnýta altjóða viðrákið og filmslistagávurnar hjá fólki til fulnar, er neyðugt at treysta unsirstøðið í filmsvinnuni við hægri fíggjarligari játtan:

- Filmsjáttanin, ið er á 2,3 milliónir skal heilt upp á 7,5 milliónir, skulu vit kunna sammeta okkum við grannalondini. Ein filmur í Íslandi kostar ímillum 8-14 milliónir og ein danskur kostar ímillum 14-23 milliónir, sigur Jan Berg Jørgensen, ið annars fegnast um, at filmsøkið stendur væl saman, og at politiski hugburðurin tykist at vera jaligur. Hann leggur afturat:

- Vit hava framleitt nógv og eru komin langt fyri teir pengarnar, vit hava fingið játtaðar, men størri játtan er neyðug, skal man at enda røkka støðinum, ið krevst fyri støðugari framleiðslu.

- Tískil vóna vit, at ein hálv millión verður sett av afturat hetta fíggjarárið, sigur Jan Berg Jørgensen.

Vilt tú vita meira um føroyska filmssøgu, ber til at lesa um hana her

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður