Filmsframleiðarin Harvey Weinstein ákærdur fyri kynsligan harðskap

Mynd: epa.eu

Filmsframleiðarin Harvey Weinstein ákærdur fyri kynsligan harðskap

2017-10-11 12:31 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Tað havi verið tveir sera langir dagar fyri kenda filmsframleiðaran, Harvey Weinstein.

Amerikanska blaðið, The New Yorker, almannakunngjørdi í síðstu viku samrøður gjørdar við 13 ymsar konur, ið allar høvdu verið fyri kynsligum harðskapi, ella ágangi frá filmsframleiðaranum, Harvey Weinstein.

Harvey Weinstein noktar seg sekan í nøkrum av ákærunum.

Fleiri kendar leikkonur hava ákært Harvey Weinstein. Millum annað Gwyneth Paltrow, Angeline Jolie og Rosanna Arquette.

Hetta hevur fingið sera nógv fók at tala at Weinstein. Fyrrverandi forsetahjúnini, Barack og Michelle Obama hava verið alment úti og fordømt atburðin hjá Weinstein. Tað sama hevur Hillary Clinton gjørt. 
Weinstein var ein stórur stuðul hjá demokratunum, og hevur givið nógvan pening til valstríðini hjá bæði Obama og Clinton.

Weinstein er nú blivin koyrdur úr sínum egna felagi, The Weinstein Company, ið hann rak saman við beiggja sínum. Teir báðir brøðurnir høvdu í 70'unum stovna kenda filsframleiðslufelagið Miramax.
BBC fortelur eisini í dag, at kona Weinstein, Georgina Chapman, er farin frá honum.

Weinstein hevur verið í framleiðsluni í sera mongum, kendum filmum. M.a. "The King's Speech", "Django Unchained", "Lion", Pulp Fiction", og sera nógvum øðrum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður