Viðurkendur grindafilmur uttan fordómar sýndur í Filmsfelagnum

2016-08-09 13:53 Author image
Dimma

"The Islands and the Whales" er ein nýggjur grindafilmur, har royndi og virðislønti skotski leikstjórin Mike Day eygleiðir og ber søguna hjá øllum pørtum fram á stóra løriftinum uttan at moralisera. Mike Day hevur filmað í Føroyum í fýra ár, frá 2011 til 2014. Tí kennir hann samfelagið og nógv lyklafólk, sum hann hittir og letur siga teirra søgu, fyri og ímóti grindadrápi við egnum orðum, sigur Filmsfelagið.

Pál Weihe er ein høvuðspersónur, ið umboðar kritiska og sakliga sjónarmiðið, har mælt verður frá at eta grind orsakað av heilsuvandanum, ið kemur av øktari kyksilvurdálking. Ein familja úr Kvívík umboðar hina síðuna. Pápin er grindamaður og setur eina æru í at veiða fugl og fisk sum part av sínum samleika. Vit frætta eisini frá abba hansara, ið sigur frá søgum úr gomlum døgum. Men kona grindamannin er útbúgvin sjúkrasystir og er sostatt tilvitað um møguligu vandarnar við at eta grind, og vit síggja tey bæði kjakast. Hetta er ein søga um grindadráp, sum vit aldri áður hava sæð í biografi áður.

Fornisku huldufólkini gerast ein metaforur fyri javnvágina millum menniskja og náttúru í modernaða samfelagnum. Skulu vit gevast at drepa grind og missa eina elligamla siðvenju, ið er inngrógvin í okkara samleika? Skulu vit lata børn okkara eitrast av kyksilvuri og dálking í havinum? Hetta eru spurningar, ið heimildarfilmurin The Islands and the Whales vil hava okkum sjálv at svara.

Filmurin varar 84 minuttir, hevur føroyska talu og enskan undirtekst. Eftir sýningina svarar leikstjórin, Mike Day, spurningum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður