Filmsfelagið: Barnabio og eldrabio í Havnar Bio

Filmsfelagið: Barnabio og eldrabio í Havnar Bio

2017-07-19 18:12 Author image
Innsent

Á triðja sinni skipar Filmsfelagið fyri "Filmsdøgum í Felag" í Havnar Bio. Tiltakið, sum er í døgunum 20.-24. september, er í ár bygt út við Barnabio og Eldrabio. Fimm kvøld á rað verða nýggir altjóða filmar frumsýndir í høli 1, upplýsir Filmsfelagið.

Filmarnir eru hin svenski KEMPAN (Jätten, Johannes Nyholm 2016), amerikanski heimildarfilmurin CITY OF GHOSTS (Matthew Heineman 2017), bretski TULIPANFEPUR (Tulip Fever, Justin Chadwick 2017), finski LJÓS Í MYRKRI (Toivon tuolla puolen, Aki Kaurismäki 2017) og hin eysturríkski filmurin STEFAN ZWEIG: FARVÆL EVROPA (Vor der Morgenröte - Stefan Zweig in Amerika, Maria Schrader 2016).

Filmarnir eru nærri lýstir á Facebookprofilinum hjá Filmsfelagnum og á heimasíðuni hjá Havnar Bio. Har verður eisini upplýst, hvør fer at innleiða sýningarnar.


Eldrabio
Somu dagar, men fyrr um dagin, verða tríggir eins nýggir filmar sýndir í høli 1 undir heitinum ELDRABIO. Tað eru nýggir filmar, ið viðgera familjuvirði og trupul viðurskifti millum ættarlið.

Filmarnir eru hin nýsælandski PATRIARKURIN (Mahana, Lee Tamahori 2016), japanski EFTIR ILLVEÐRIÐ (Umi yori mo mada fukaku, Hirokazu Koreeda 2016) og hin nýggi filmurin hjá danska Erik Clausen, ALDRIG MERE I MORGEN (2017). Filmarnir eru nærri lýstir á Facebook profilinum hjá Filmsfelagnum og á heimasíðuni hjá Havnar Bio.


Barnabio
BARNABIO vísur í somu døgum tveir nýggjar filmar í høli 1 og høli 2 í Havnar Bio.

Teir eru Pixar filmurin CARS 3 í 3D (2017) og THE LEGO NINJAGO MOVIE (2017).   

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður