Mentan

Filmsdagar í Norðurlandahúsinum

Filmsdagar í Norðurlandahúsinum
2018-02-12 10:24 Author image
Elisa Vang

Í samband við árliga TóFF (Tórshavn Film Festivalin), verða filmsdagar í Norðurlandahúsinum í døgunum 25 februar til 3. mars. Við á festivalinum verða millum onnur nógv heiðraðir útlendskir leikstjórar. Høvi verður at hitta leikstjórarnar í samband við sýningarnar.


Millum navnframu leikstjórarnar, ið verða á festivalinum, eru:

Hlynur Pálmason, ið hevur vunnið hópin av virðislønum fyri nógv rósta filmin Vinterbrødre. Festivalurin fer av bakkastokki við sýingini, Vinterbrøde sunnudagin 25. februar 2018 kl. 19.30. Eftir sýningina verður samrøða millum leikstjóran og Jan Berg Jørgensen.


Finska Selma Vilhunen, ið vann Norðurlendsku Filmsvirðislønina fyri filmin Little Wing. Filmurin verður sýndur mánadagin 26. februar 2018, kl. 19.30.


Gabriel Tzafka hevur leikstjórnað ræðufilminum Thorn, sum Olaf Johannessen hevur ein berandi leiklut í. Thorn verður sýndur leygardagin 3. mars kl.17, við at leikstjórin saman við Olafi Johannessen bjóða vælkomin til sýningina.

Óskar Thór Axelsson verður av ummælarum mettur sum ein av mest áhugaverdu filmsskaparum innan ræðufilmssjangruna. TóFF fer á festivalinum at sýna hansara nýggja film I remember you. Óskar Thór Axelsson fer at innleiða sýningina, sum endar festivalin leygarkvøldið 3. mars kl. 19.30.

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður