FIFA: Blatter, Valcke og Kattner ólógliga goldið sær 600 mió. kr.

2016-06-03 15:27 Author image
Sigmund Vang

Sakførararnir hjá FIFA siga í dag, at teir tríggir Sepp Blatter, Jerome Valcke og Markus Kattner seinastu fimm árini hava goldið sær sjálvum 80 milliónir dollarar í lønarhækkan og serstøkum viðbótum.

The Guardian skrivar, at sambært sakførarunum hjá FIFA eru útgjøldini brot á sveisiska lóg. Sakførararnir siga, at teir nú fara at geva amrikonsku og sveisisku ákærunum, sum fyrireika sakarmálini ímóti teimum trimum fyrrverandi FIFA-leiðarunum, skjøl, sum prógva at hesar risa upphæddir eru farnar í lummarnar hjá Sepp Blatter, Jerome Valcke og Markus Kattner.

Fráboðanin um tær 600 milliónirnar, sum teir tríggir hava goldið sær afturat vanligu lønum sínum seinastu fimm árini, kemur dagin eftir, at løgreglan gjørdi húsarannsókn á skrivstovunum hjá FIFA – millum annað á skrivstovuni hjá fyrrverandi fíggjarstjóranum Markus Kattner.

Grein um málið á heimasíðuni hjá The Guardian HER

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður