Ferðslan bara økist í undirsjóvartunlunum

2016-06-01 14:48 Author image
Dimma

Vælferð merkir eisini væl meira ferðsla.

Tað sæst eisini aftur í tølunum hjá Vágatunlinum og Norðoyatunlinum. Í báðum tunlum er ferðslan økt næstan 15 prosent fyrstu fimm mánaðirnar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Í Vágatunlium koyrdu tilsamans 284.162 akfør frá januar til mai í ár. Sama tíðarskeið í fjør var ferðslan 250.633 bilar. Sostatt er vøksturin fyrstu fimm mánaðirnar í ár 13,4 prosent.

Í Norðoyatunlinum er gongdin stórt sæð tann sama. 394.624 akfør koyrdu í Norðoyatunlinum fyrstu fimm mánaðirnar í ár, sama tíðarskeið í fjør koyrdu 344.634 akfør. Tað er ein vøkstur á 14.5 prosent frá 2015 til 2016.

Somu tølini vísa annars, at tað verður koyrt meira í Norðoyatunlinum enn Vágatunlinum. Í Vágatunlinum koyrdu 1.870 akfør um samdøgrið í miðal frá januar til mai í ár. Í Norðoyatunlinum koyrdu 2.596 bilar um samdøgrið.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður