Heimatíðindi

Ferðist í egnum landi

“Lat hini eiga Eiffeltornið, Frælsisgudinnuna og pyramidurnar – Føroyar eiga Kallin. Vist Faroe Islands, Kunningarstovur, kommunur og Ferðavinnufelagið eru saman um heimasíðuna ferðist.fo, ið eggjar føroyingum at ferðast í egnum landi í summar. Mynd: Kirstin Vang

2020-05-28 09:26 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Tíðindaskriv:

“Lat hini eiga Eiffeltornið, Frælsisgudinnuna og pyramidurnar – Føroyar eiga Kallin. Ein sjáldsama vakur túrur og ein sólarklárur møguleiki hjá familjum og vinarbólkum.” Soleiðis ljóðar brot úr lýsing á nýggju heimasíðuni ferðist.fo.

Heimasíðan, ið verður sýnisgluggi fyri upplivingar og tænastur kring alt landið, vendir sær ímóti familjum, bólkum og einstaklingum. Á heimasíðuni ber til at finna sær íblástur til upplivingar í Føroyum, eins og tað er møguligt at keypa útvaldar upplivingar.

Fyriskipararnir vísa á, at Korona kreppan rakti júst sum føroyska ferðavinnan gjørdi seg til reiðar at taka ímóti met nógvum útlendskum ferðandi. Hetta er ein smeitur fyri ferðavinnuna, sum partarnir vilja gera sítt til at bøta um.
“Vit hava varhugan av, at føroyingar ikki eru tilvitaðir um allar teir møguleikar ferðavinnan hevur skapt hesi seinastu árini kring alt landið. Tað vilja vit fegin broyta við at varpa ljós á upplivingar, veitarar og nýggj støð í Føroyum og ikki minst, at geva føroyingum møguleikan at keypa upplivingar í Føroyum. Vit vóna, at átakið soleiðis kann menna ein størri føroyskan heimamarknað, ikki bara nú Korona herjar, men eisini framyvir, so ferðavinnan fær eitt sterkari handilsligt grundarlag at virka á framyvir.” sigur Jóhan Pauli Helgason.

Ferðist í egnum landi bjóðar m.a. upplivingar við forvitnisligu heitunum “Nýtt uppá Stokkarnar”, “List og Hugni í Havn”, “Vatnið og Fiskastykkið”, “Til barnaskips á Tvøráfirði” og “Easy Peasy á Sandi”. Fyrstu túrarnir verða gjørdir í juni, og sum frá líður verða fleiri upplivingar lagdar afturat vøruskránni.
Til ber at kunna seg nærri á heimasíðuni ferðist.fo og á facebook og instagram síðunum við heitinum “Ferðist í egnum landi”.  

***

Dimmalætting kemur í handlarnar í morgin við søguliga stórum temablaði um at ferðast heima. Í blaðnum tosa vit við persónar í føroysku ferðavinnuni, hyggja eftir nýskapandi ferðamøguleikum og hava eina rúgvu av íblástri til summarferiuna í Føroyum

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður