Heimatíðindi

Ferðavinnan má framhaldandi vera burðardygg

(Mynd: Ingi Samuelsen)

(Mynd: Ingi Samuelsen)

2018-05-24 09:59 Author image
Ingi Samuelsen

Tað er av týdningi, at Føroyar verða varðveittar sum eitt óspilt ferðamannaland. Tí er tað eisini av týdningi, at tann vøksturin í ferðamannavinnuni, sum vit uppliva í løtuni, fer fram á burðardyggan hátt.

Soleiðis segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, tá hon í morgun setti stóru ferðamannaráðstevnuna, Green Growth Dialogue, sum verður hildin í nýggju, rundu Kongshøll hjá Setrinum í Sjóvinnuhúsinum í Havn í dag og í morgin.

Landsstýriskvinnan nýtti høvið til at greiða ráðstevnuluttakarunum frá, at føroyingar eru ernir av tí, vit hava at bjóða ferðafólkum. Men tað er ein sannroynd, at hýsingin er ein fløskuhálsur í løtuni, og tí gleðist landsstýriskvinnan um, at ætlanir eru um at tvífalda kapasitetin av hotellum innan fyri komandi fáu árini.

- Men tað er av allar størsta týdningi, at vøksturin, vit uppliva í løtuni, fer fram á burðardyggan hátt, segði Kristina Háfoss.

Men fíggjarmálaráðharrin nýtti eisini høvið til at nema við nøkur mál, sum hava beinleiðis við landskassan at gera.

Eitt nú, at vitjanir av ferðamannaskipum – sokallaðum ”all inclusive turistum” – ikki kemur landskassanum til góðar.

- Vit umhugsa at leggja ein skatt á krús-ferðafólkini fyri brúk av okkara infrakervi, til dømis, segði Kristina Háfoss.

Hon kom eisini inn á trupulleikan ella avbjóðingina av, at ein so stórur partur av føroyskum húsum verða leigað út umvegis ”shared economies” so sum Airbnb. Og hon nevndi eisini, at ein avmarking av hesum møguleikanum kann koma upp á tal.

- Í løtuni eggja vit borgarum til at leiga út, men ásanna eisini, at tað er tørvurin á íbúðum til føroyskar familjur er ovurstórur. Tað er tí, at vit hava sett í verk skipanir, sum geva teimum, sum leiga hús og íbúðir út í langtíðarleigumálum, fáa skattligar fyrimunir í mun til stutttíðarleigumálini til ferðafólk, segði Kristina Háfoss.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður