Mentan

Ferðafrásøgn: Úr Hirtshals til Marseille fyri 0 kr

2020-08-30 19:42 Author image
Napoleon Smith

Tveir dagar áðrenn Norrøna legði frá landi, bílegði eg mær eina couchettu uttan at vita, hvagar eg ætlaði. Vildi bara kopla úr. Familjan var við og høvdu øll ymisk ferðamál fyri eyga. So hoyrdi eg franskt mál umborð, og fekk tá brádliga hug at vitja Frankaríki. Og tveir tímar áðrenn skipið legði at í Hirtshals, fór eg yvir at práta við eini fronsk hjún, sum fingu sær morgunmat í kafeteriuni: David og Sassia úr Normandínum høvdu júst verið tríggjar vikur runt í tí nú turistforlátna Íslandi við teirra heimagjørda húsbili (“randocar”). Eg segði, at eg ætlaði til Frankaríki, og so bjóðaðu tey mær við, hóast tey einki setur høvdu annað enn nakrar dýnur og soviposar, sum eg tó kom at sita væl á – ja, í heili tríggjar dagar og heilt suður til heim teirra í Normandínum!

[object Object]

Barnabókin ognað "neveux og niece'unum" hjá Davidi og Sassiu (á veg til Frankaríkis)

1. teinur - Hirtshals-Hannover (Týskland):
Franski David var sera prátingarsamur, serliga, tá ið eg spurdi hann um bygnaðin á hansara originalu uppíbygging á sínum Duster-bili. Hann var sjálvlærdur sjálvstøðugt vinnurekandi myndamaður innan móta við elektromekaniskari bakgrund. Stilla og umsorgsfulla kona hansara var ættað úr Algeria og hevði fast alment starv sum lærarinna í enskum og sum bókasavnsvørður. Tey koyrdu 90 og dugdu at njóta lívið við regluligum steðgum, har ið vit fingu okkum eina máltíð upp á tann franska mátan (l’art de vivre). Eg var danskur tolkur hjá teimum, tá ið tey skuldu keypa royktan laks og frikadellur í Tylstrup. Ígjøgnum hesi hevði eg eisini møtt øðrum fronskum húsbilistum, sum eisini høvdu verið í Íslandi og notið friðin og henda ferðahátt, sum ger tað møguligt hjá vanligum fransmonnum at ferðast í teimum kostnaðarmiklu Norðurlondum.

Tað tók sína tíð, áðrenn tey góvust at spyrja meg, hvagar leiðin gekk, og góðtóku, at endamálið við míni ferð var júst ferðin sjálv. At ferðast spakuliga og óplanlagt, uttan at nýtast at bóka nakra billett – ja, uttan yvirhøvur at vita, hvar ið eg á kvøldi fór at leggja høvur mítt. Og kvøld varð, fyrsta dag (leygardag 01.08), sum vit koyrdu inn í Týskland og suður móti Hannover, har ið konan Sassia átti eina unga staka systir, sum las fotografi har. Og um midnáttartíð ringdi Sassia til systrina Alima fyri at innkvartera henda neyðars viðtikna tumlaran, meðan David argandi ávaraði meg um, hvat ið eg kundi vænta mær. So inn á eina Irish Pub í Hannover, har ið henda komandi vertinna mín arbeiddi til seint út á náttina hetta leygarkvøld. Á kamarinum í einum kollektivi upplivdi eg gestablídni, sum eg seint fari at gloyma: Eftirsum at hon bert hevði eina madrassu uppi á eini hems, noyddi hon meg at sova har, meðan hon sjálv reiddi sær ból á gólvinum undir mær.

Vit høvdu áhugaverdar samrøður um, hvussu ið krúnukrím hevði ávirkað okkum sosialt, og hvussu ið Alima hevði tað avbjóðandi við at fáa týskar vinir, sum ofta vóru so upptiknir – ja serliga í mun til tað, sum okkara felags spontanu algersku og føroysku mentanir løgdu upp til. Eg eggjaði henni til at geva teimum ein kjans, tí týskt trúfesti er tiltikið. Dagin eftir (sunnudag 02.08) ótu vit morgunmat á eini kaffistovu, har ið vit skuldu hava masku uppiá og skriva okkara nøvn í eitt ringbind uttan fyri dyrnar; vit prátaðu um tað frælsa lívið og tað at ferðast (Les voyages forment la jeunesse). Eisini vísti hon mær og mínum normandsku bilførarum býin (ráðhús, kirkjur og múrverk í stavlagi / “Fachwerkhaus”), og møttu vit hennara káta pakistanska lestrarfelaga, áðrenn vit fingu okkum eina betri máltíð saman. Eftirsum at tey ikki lótu meg gjalda, kundi eg um ikki annað tolka týsku samrøðurnar við maskuklædda tænaran.

[object Object]

Í Hannover saman við fotografilesandi Alimu, systir Sassiu

2. teinur - Hannover-Kelmis (Belgia):
David helt á at arga meg, at eg átti bara at verða verandi hjá Alimu í Hannover. Men eg kendi á mær, at um eg skuldi náa til Suðurfraklands áðrenn endan á summarfrítíðini, so mátti eg hava framdrátt, og tí setti eg meg aftur til rættis á samankrúllaðu dýnunum og soviposinum í lítla hvíta húsbilinum..... Á motorvegnum skrivaði eg til tvey belgisk vinfólk, sum eg hugsaði at vitja, men tann eina ráddi mær frá at gista hjá sær vegna herdu krúnukrímstilmælini frá belgisku myndugleikunum, meðan hin vinurin, sum tá var staddur beint innan franska landamarkið, bað meg bara koma. Í øllum førum strandaðu vit í einum av teimum týskmæltu kommununum í Belgia, Kelmis, hetta sunnukvøld (02.08), har ið mítt dýnusetur bleiv strekt út, og gassfløska og annað viðføri flutt útum, so at eg svav sum ein dreymur í bilinum, meðan David og Sassia svóvu uppi á takinum sum vant.

Morgunin eftir vaknaði belgiski býurin rundan um kampingplássið, og eg kom í prát við eina vakra mammu, sum æt Martina, sum hevði ein so eygagóðan son, Timo, sum fekk lovað eina Nelus-barnabók frá mær, sum eg tó noyðist umseta til týskt. Martina trúði ikki upp á koppseting ímóti krúnukrími, men upp á andaliga grøðing ígjøgnum læruna hjá týska dulspekinginum Bruno Gröning.

[object Object]

Týskmælta belgiska Martina við soninum Timo (í Kelmis)

3. teinur - Kelmis-Normandíið (Norðurfrakland):
So var tað endiliga avgjørt (mánadagur 03.08): Eg lat meg hervið “adoptera” av bilførarahjúnunum og koyrdi við teimum heilt til Normandíið(!), meðan Macron og fínir harrar, jødar og Palestina og lívsvirðir sum heild vóru millum samtaluevnini. Vit koyrdu ígjøgnum býin Rouen, har ið 19 ára gamla Jeanne d’Arc varð brend á báli 30. mai í 1431, og so út á landið, meðan tey fortaldu mær um skornu línstráini og veittrandi sólblómurnar fram við vegnum. Vit koyrdu ígjøgnum ein minni bý, sum æt Bourg-Achard, og so heilt út á landsbygd, har ið friður og fuglalív valda. Mamma David, Rosemonde, og maður hennara, Pierre-Jean, høvdu passað hús og garð, og tey tóku ímóti mær sum einum kongi, so eg slapp ikki at røra meg, meðan alt húskið stákaðist. Altumfevnandi mamman við sínum hønum og kanariufuglum kysti meg á báðar kjálvkar, meðan Pierre-Jean strangliga bað meg siga “tú” við seg. Hann visti alt um fuglar og rættiliga nógv um Føroyar, var vaksin upp sum frástoytt barn hjá nøkrum nonnum, hevði arbeitt sum brandmaður og yrkt og sungið í einum blues rock bólki. Húsbóndin David var ein sera hegnigur maður, hevði bygt bæði hús, møblar og í løtuni arbeiddi hann við eksperimentera við einum gomlum glasplátumyndatóli. Hóast húsið var óliðugt, so var hjartarúm aftur her, og eg sovnaði mettur og glaður á eini góðari madrassu í stovuni, meðan húsaeigararnir forsettu við at sova uppi á biltakinum uttanfyri.

4. teinur - Normandíið-Avallon (Miðfrakland):
Morgunin eftir (týsdag 04.08) tók eg tað heilt róligt, og húskið gjørdi alt fyri at “behalda” meg. Ja, satt at siga vóru tey vorðin so góð við meg, at teimum einki dámdi mína ætlan um at tumla víðari. Eftir morgunkaffi úti í sólini gjørdu tey mær ein matpakka og funnu útav, hvar ið best var hjá mær at standa fyri at koma suður um París, og helst heilt til Avallon, har ið listamaðurin Philippe Carré býr. Men tumling og óvissa ganga hond í hond, og tað er júst tað, sum er so spennandi við tí, tí eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir. Áðrenn eg fór frá húsum henda seinnapart, málaði eg eitt skelti við mínum vatnlitum fyri at vísa bilførarum mína kós, sang føroyska tjóðsangin fyri húsfólkunum og fekk eitt fast lógvatak frá Pierre-Jean sum tekin um, at eg nú var partur av familjuni og altíð vælkomin aftur at vitja landslutin nærri, t.d. listaliga havnarbýin Honfleur, eins og øll mín føroyska familja var vælkomin at gista hjá teimum. “Gloymið ikki at vera gestablíð! Tí harvið hava nøkur – uttan at vita tað – havt einglar til gestir” (Brævið til Hebrearar 13,2).

[object Object]

Í garðinum hjá Davidi og Sassiu. Mamma David og maðurin Pierre-Jean høvdu passað húsini (Flancourt Crescy en Roumois, á landsbygd í Normandínum)

Tá ið tey høvdu sett meg av á eitt strategiskt parkeringspláss við motorvegin, byrjaði mítt næsta ævintýr. Eg var ikki meir enn komin úr bilinum við mínum skelti, tá veittraði ein 76 ára gomul parísisk omma meg til sín og bjóðaði mær inn í sín lítla bil saman við 16 ára gamla pudlhundi sínum. Henda Agnès var ikki bangin fyri korona og yvirhálaði yvirlegin bilarnar við 130 kilometurs ferð. Hon bað meg bara siga til, hvar ið eg skuldi av... Uha, tað var ein góður spurningur, so eg tók eitt av hennara kortum fram og hugdi at margfalda motorvegakervinum rundan um París, men jú meiri eg kagaði í kortið, jú meiri í øðrviti bleyv eg. Men so fann omman upp á ráð at spyrja tveir politistar á einum steðgiplássi, um teir kundu peika mær á eitt stað at tumla víðari, og svarið var: “Porte d’Orleans”. Ein ljóskurva í sunnara enda av París. Agnès, sum annars búði norðan fyri París, nær við flogvøllin Charles de Gaulles, koyrdi meg so ein umveg suður eftir ringvegnum og setti meg av har. Fyri hvønn av bilførarunum á ferð míni tók eg eina mynd og fekk postadressu teirra skrivaða upp á tumlaraskeltini, so at tey skuldu fáa eitt postkort sendandi úr Føroyum.

[object Object]

Parísiska omman Agnès signerar tumlaraskeltið (Porte d'Orleans)

Í París fór eg inn í eina viðalund at eta matpakkan frá mínum nýggju umsorgsfullu normandsku vinum (“baguette”, lokalur ostur, súreplir og “crème brûlée”), meðan eg kurteisliga bíðaði í meira enn ein tíma inn til tríggir flipputir tumlarar, sum stóðu við ljóskurvarnar, høvdu fingið fart. Ein garvaður parísari, sum kundi verið sprottin úr Amélie-filminum, kom yvir til mín og gav mær nøkur góð ráð um, hvussu ið eg kundi sleppa burtur úr hesum trafikkeraða býi. Eg mundi standa har við vegjaðaran í góðar tjúgu minuttir og hugsaði um eina plan B at gista hjá onkrum vini í París, tá ið ein bilførari nikkaði fyri reytt ljós, og eg rann ímillum teir mongu bilarnar og kavaði inn á baksetrið, beint áðrenn ljóskurvan skifti til grønt aftur. “Á gøtunum strúka vagnarnir avstað, teir fara við rúkandi ferð um torgini; teir eru sum kyndlar at síggja; sum snarljós fara teir avstað” (Nahum 2,5). Tunesisku Ali og Inès skrúvaðu tónleikin frá við arabiskum streingjatónleiki. Hann arbeiddi sum flogfarselektrikkari (Airbus), meðan hon arbeiddi innan starvsfólkaleiðslu í París; maðurin hevði júst avheintað hana, og vóru tey á veg heim til bý teirra Vilabé sunnan fyri høvuðstaðin.

[object Object]

Tunesisku hjúnini, Ali og Inès, hava sneitt av til býin Vilabé (sunnan fyri París)

Innan tumling hevur plasering alt at siga, og hesaferð endaði eg á skeivum stað, t.e. við ein vegjaðara, har ið bilarnir koyrdu alt ov skjótt til at taka meg uppí, og har stríddist eg við at finna ein máta at sleppa yvir um til eina bensinstøð við sjálvan motorvegin. Sum tíðin leið sendi eg eina bøn upp, og við eitt kom ein ungur sigoynari til mín sum ein frelsandi eingil og vísti mær á eina sniðgøtu fram við runnunum við vegjaðaran. Mínar royndir eru, at tað eru ofta tey, sum tú minst væntar av, sum hjálpa tær. Á bensinstøðini royndi eg eina løtu at standa har, sum ein vaktur ráddi mær til, men so ótolnaðist eg og fór yvir fyri at koma upp á tal við fólk. Virginie sást langan veg í sínum grøngula kjóla, sólbrillum og gullringum, og ovfarin var eg, at hon skoytti um at taka meg við. Hon arbeiddi innan sølu, og koyrdi meg til eina líknandi bensinstøð longur suðuri við býin Nemours.

[object Object]

Virginie á bensin- og matstøð við Nemours

Aftur gekk eg aftur og fram sum eitt landastrok á enn eini tilvildarligari bensinstøð við vatnlitaða skelti mínum og heilsaði upp á fólk, sum øll vóru so ymisk. Nøkur í masku, onnur ikki. Nógvar familjur. Fólk fóru inn á matstovuna, sum var ein brúgv tvørtur um motorvegin. Í bakgrundini sóust eysturevropeiskir lastbilførarar, sum ofta gista á tílíkum støðum. Flestu bilar vóru “fullir” av viðføri, nú ið fólk antin fóru í feriu ella vendu heim úr feriu (í Frankaríki tosar mann um “juilletistes” og “aoûtiens”, alteftir, um fólk fara í summarfrítíð í juli ella august). Ein lívlig kona vildi hjálpa mær við at vísa mær á, at mann kundi lesa nummarplátur av, og haraftrat byrjaði hon at biðja hart til Mikael eingil fyri mær. “Tí Hann gevur einglum Sínum boð um at varðveita teg á øllum vegum tínum” (Sálmur 91,11). Í skýmingini, tá ið eg var líka við at taka soviposan og ullintu knappatroyggjuna frá Snælduni fram, fór eg yvir til ein ungan brosandi fýr, sum var í eini kulari húgvu og minti ikki sørt um onkran næming, sum eg havi havt. Hann bað meg bara seta meg inn í sín bil við høgum rúti framman, setti kós ímóti býnum Avallon, meðan eg líka mintist til at ringja til Philippe Carré um hálvgun ellivu fyri at boða frá, at eg var á veg til dyrnar. Cédric, sum navnið var, arbeiddi sum yvirtænari í einum hotelpalassi í París og var uppvaksin í einum forstaði nær við Versailles; nú búði hann í eini íbúð í miðaldargomlu parísisku gøtuni “rue Quincampoix”, sum ber sama navn sum í duldarfulli maðurin í Amélie Poulain filminum. Áðrenn vit tóku eina farvæl-sjálfie, skrivaði hann mær bæði sína postadressu og nøvn á rapparum, sum eg fari at brúka í undirvísingini í fronskum (Nekfeu, Lous & the Yakusa og OrelSan).

[object Object]

Cédric og eg uttan fyri íbúðarblokkin hjá Philippe Carré (mynd eftir Cédric)

Kendi fransmaðurin í Føroyum, listamaðurin og vinurin Philippe Carré, var bæði bilsin og varin, tá ið eg stóð í durum hansara í sosiala blokkinum uttan fyri víggirda býin Avallon í Bourgogne-landslutinum, hvørs navn er keltiska orðið fyri “súrepli” og “súreplatrø”. Frá at hava verið listamaður í Føroyum bróðurpartin av sínum lívi, valdi Philippe at flyta aftur til Frankaríkis fyri tveimum árum síðani, og síðani tá hevur hann einamest hugsavna seg um at lesa og skriva. Hvønn dag gongur hann túr í tí vakra dalinum rundan um býin, etur av tí góðu fronsku avgrøðini, við einum lítlum vínglasi afturvið. Vit høvdu tað sera hugnaligt saman, og dagin eftir (mikudag 05.08) vísti mær henda søguliga býin, bæði gistingarhúsið, har ið Napoléon Bonaparte hevði gist í 1815, og sjúkrahúsið, har ið sonur Philippe kom til verðina í 1994. Í kjalarvørrinum av ræðuligu sprongingini í Beirut, virkaði kreppufundurin í Føroyum so lítið týðandi, hóast hetta seinna hevði týdning fyri mína heimferð, sum eg ikki vildi bíleggja, fyrr enn eg hevði tumlað heilt suður til Miðjarahavið av góðum grundum.

5. teinur - Avallon-Marseille (Suðurfrakland):
Klokkan hálvgun sjey morgunin eftir (hósdag 06.08) fylgdi Philippe mær yvir til útkoyringina úr býnum, har ið hann tók eina mynd av mær og mínum nýmálaða skelti, og vit søgdu hvør øðrum farvæl við einum eymligum lógvataki millum vinir.

[object Object]

Philippe og eg vitja býin Avallon

Eftir eini løtu tók ein maður í sólbrillum, Jérôme, meg uppí, og koyrdi meg tað stutta strekkið út um býin. Eg náddi tó at fáa at vita, at hann arbeiddi á brennistøðini, og eiheldur hesin slapp undan myndatøku og at skula skriva sína postadressu til tað lovaða føroyska postkortið.

[object Object]

Jérôme á veg út á sítt arbeiðspláss uttan fyri Avallon

Eg kom nú at standa við bummgjaldsmunnan til motorveg A6, sum hevði ført meg suður úr París, og sum eisini ber navnið “l’autoroute du Soleil” (Sólarinnar motorvegur), tí hann gongur suður til Lyon, og síðani skiftir hann til A7 víðari til Marseille. Tóat tað at tumla ikki kostar eina krónu, so kostar tað sanniliga í toli, dirvi og ikki minst snildum, tí tú mást allatíðina ansa eftir, hvar ið ein bilførari setur teg av. Og nú gekk tað ikki líka skjótt við at fáa fart, og so hvørt sum sólin bakaði meir og meir, fór eg at ivast, um eg nakrantíð fór at koma víðari. Eygleiddi eitt ungt tumlandi par hinumegin vegin, sum ikki meir enn vóru komin úr einum bili, til tann næsti tók tey uppí. Kanska hevði tað verið lættari at tumla saman við eini vinkonu? Men beint sum tolið næstan var uppi, og eg hevði sett meg á vegkantin, steðgaði ein bilur, sum skuldi til Lyon. Halleluja! Í bilinum sótu trý frísk ung fólk, sum líka so væl kundu verið føroyingar, tí tey vóru av bygd og spurdi tí beinan vegin, hvønn ið eg hevði vitjað í Avallon, eins og fólk av forvitni gera í Føroyum. Tey kendust. Bilførarin Yohan, búði nú í London, har ið hann arbeiddi sum leiðari innan starvsfólkaleiðslu, meðan síðumaðurin Antoine lærdi til motormennara, men hevði arbeitt sum múrari hjá pápanum í sóttarhaldstíðini; aftanfyri sat daman hjá hesum seinna, Maëva, sum tók eina útbúgving sum barnaskúlavegleiðari samstundis við, at hon gekk í student; hon hevði havt tað lætt við fjarundirvísingini. Í roynd og veru var eg komin upp í ein sokallaðan “blablacar”, sum er ein avtalaður pendlaraorðningur, har ið øll deilast um at gjalda fyri oljuna og vegskattin fyri eitt ávíst strekki. Eg hevði ofta nýtt hesa heimasíðu fyrr og segði, at eg gott kundi betala, um tað skuldi verið. Men Yohan helt fyri, at tað er viktigt ikki at blanda tingini saman: At tumla er ein ferðaháttur, sum er uttan fyri alla peningahugsan. Áðrenn tey sneiddu inn til Lyon, bleyv eg settur av á enn eitt hvíldarpláss við bensinstøð.

[object Object]

Yohan, Maëva og Antoine á veg til Lyon (hvíldarpláss við bensinstøð, norðan fyri Lyon)

Eg setti meg við eitt borð í skuggan at eta matpakkan frá Philippe Carré, meðan eg bardist við nakrar vespur, sum høvdu hug at seta seg ímillum meg og matin – serliga á súreplið. Aftur her gekk rúm tíð til næsta bil. Familjurnar høvdu ikki pláss, onnur vóru ov fín upp á tað við teirra sportbilum (Porsch, Ferrari, Jaguar...) og onkur hollendari forbarmaði seg við at geva mær eitt kolablikk, meðan eg stríddist við at halda ta suðurfronsku sólina út (einki sólkrem). Bíðistøðan gjørdi meg djarvari, so eg at gekk aftur og fram og spurdi fólk, og sum vant, var tað tann minst flotti bilurin við hundi umborð, sum endaði við at lova mær við. Hetta var eisini tann minst prátingarsami bilurin á ferðini – ja, satt at siga kendi eg tað, sum um tann blíðara bilførarinnan bert hevði tikið meg við fyri at sleppa undan tí óglaða síðumanninum. Phoebe, við vakrari døkkari húð, búði í París, men segði seg vera úr Onglandi, og var nú á veg til Italia í feriu, meðan meira eyðkent svarti síðumaðurin Jonathan lat sum luft, koyrdi oyrasniglar í og beinini upp á handskarúmið, meðan hann festi sær í og boraði seg í eina bók um Bolsonaro og politiskar rørslur í Suðuramerika; hann var ikki bundin í trygdarbelti. Sum vit súsaðu fram við Lyon, Valence, Montélimar og heilt til Orange, hugsaði eg um, hvar ið eg skuldi setast av, meðan svarti hundurin á baksetrinum tivaði av berum hita og slevaði niður á lærið hjá mær. So út aftur á eitt vegjaðarapláss við einum handli, norðan fyri Avignon.

[object Object]

Phoebe framman fyri bilin, meðan síðumaðurin og hundurin eru onkustaðni í bakgrundini (vegjaðarapláss nær við Orange/Avignon)

Hesaferð gekk ikki so leingi, til tað nippaði. Rundleidda sjónleikarinnan frá tjóðpallinum í London, Ashley, vildi vera hin góði samverjin, og vit vóru beinanvegin á bylgjulongd, hóast maður hennara helst ikki dámdi líka væl hesa vælgerð í bluetooth-telefonini. Hon fortaldi mær um ringu støðuna hjá leikpallunum í London, og hvussu fólk ikki tordu at koma til sjónleik longur. Vit “tunaðu” inn á okkara felagsáhugamál, sum var tónleikur, og hon spældi bæði Travis og eitt bulgarskt kvinnukór fyri mær. Eg fortaldi henni um nýggju krúnukrímsstøðuna í Føroyum... “Hevur tú latið teg testað?”, spurdi hon speisk, og eg skundaði mær at taka maskuna upp frá høkuni og upp á snáðina. “Nei, nú er for seint!”, var hon skjót at prika, og maskan dalaði spakuliga niður aftur á høkuna. Áðrenn hon setti meg av við enn eitt vegjaðarapláss, sum blanda seg saman í minninum, segði eg, at eg ætlaði mær at koma at hyggja at hennara sjónleiki næstu ferð, eg fór til London. Eg hevði jú hennara postadressu og tað heila.

[object Object]

Ashley úr London nær við klivbreytina ímillum Nice og Marseille

Bakandi sólin, syngjandi spretturnar í trøunum (les cigales) og framligar brúnoygdar kvinnur við sólbrendari húð og summarkjólum, bóru boð um, at eg var komin til Suðurfraklands, ella “La Provence”, sum rómverjar nevndu landslutin. Tolin trívst. Suðurfrakland tyktist tó ikki líka gestablítt sum Norður. Ella var tað bara plásstrotið hjá barnafamiljunum og hesir fínu sportbilarnir, sum skýggjaðu forlorin vesalavætti sum meg? Eg kundi jú havt tikið tok, ein Flixbuss, Blablacar ella eitt flogfar, um eg legði í. Men eg helt meg til endamálið á ferðini, nevniliga at ferðast har, sum vindurin blæsir. Frælsi... Alt gott um idealir, tí eg byrjaði at føla meg sum eina sólturkaða olivin, og eg fekk mær ein kaffimunn frá bakarínum fyri at manna meg upp. Ein ung fronsk genta og ein týskur drongur tumlaðu í sínum lagi, og brosið á gentuni var so lívgevandi, at tað undraði meg ikki, at tey vóru tikin við í næstu løtu. Gentan hevði tó uppmuntrað meg við at siga, at nú var eg bara eitt hanagleiv úr Marseille, so nú var ikki at gevast. Týski drongurin bað meg síggja glaðan út, tí tað er tað, sum riggar.

Hetta var helst strævnasta pettið á ferðini. Hvat? Ein yvirdádigur Mercedes bað meg støkka inn. Tað vóru tveir ungir jassar, sum høvdu eygleitt meg í longri tíð. Førarin hevði eitt arabiskt navn, meðan hin hevði eitt bíbilskt franskt navn (eg finni nøvnini hjá teimum aftur, um teir svara mínum postkorti!). Teir búðu og arbeiddu í Montpellier, m.a. hjá Airbus-flogfarsverkstaðnum. Til stuttleikar høvdu teir leigað sær henda rasarabil fyri 7.500 kr í fimm dagar, og í nøkur splittsekund vildi bilførarin imponera meg við at koyra 200, men eg hartaði hann, og hann umskyldaði seg dúgliga og koyrdi síðan 90 restina av túrinum. Gott, at eg hevði biðið um Guds varðveitslu henda morgunin! Sera blíðir vóru teir tó, og sjálvt um teir ikki ætlaðu til Marseille, so koyrdi teir meg heilt til gomlu havnina í Marseille, meðan friðsæli aftanroðin legði seg yvir mastrartopparnar á teimum túsund stuttleikabátunum í hesi 2.600 ára gomlu havn.

[object Object]

Ungu vinmenninir í Marseille (Vieux-Port) framman fyri teirra Mercedes

Eg var nú komin á mál við míni ferð, og nú var bara eftir at leypa á sjógv í Miðjarahavinum fyri at markera hendingina, og annars at hugna mær við teimum vinum, sum eg kundi koma í tankar um her í mínum gamla lestrarumhvørvi. Fólkamongdir samlaðust her sum sild í tunnu og mintu meg um farnu Ólavsøku. Karnivalkent við teimum tiltakandi maskunum. Nøkur neyðardýr lógu her og der, og gjørdu meg eyðmjúkan, meðan ungdómslystirnir tustu læandi framvið. Lá í andveðrið hjá lestrarvininum Nicolas beint undir høvuðskirkjuni, Notre-Dame de la Garde, meðan allitt buddhistisk bønarfløgg darlaðu uppi undir loftinum og tankar um eina alt ov bráða heimferð og meiningina við lívinum krupu undir dýnuni.

Dagin eftir kavaði eg í Miðjarahavið, og myndaliga kavaði eg inn í samveruna við nakrar av lyklavinunum í Provence: Frá hóskvøldinum og til sunnudag var eg saman við Nicolas í Marseille, har ið eg var við til at gera eitt slag av teknifilmi við nøkrum børnum í fleirmentanarliga íbúðarblokkinum Airbel við 6000 íbúgvum. Nicolas var ein meistari í at gera góðan mat burtur úr fyrstafloks grønmeti og fruktum, m.a. stórar nøgdir av tomatum frá einum lokalum bónda, sum ein ávís illkrúna hevði gjørt mestsum ókeypis. Teknaðu hvønn annan og hugnaðu okkum saman við reikandi systrini, sum tosar við eygunum, og ráðgevandi grannanum, sum spælir poker. – Síðan bleiv eg sogin inn í familjuna Tennevin, sum altíð hevur fult hús av børnum og vinum í eini lítlari provençalskari bygd, Le Verger, á einum skógarvaksnum heyggi við forsøguligum holum – ja, vit vórðu heili 15 munnar at metta! Menninir hjálptust við ymsum praktiskum útiarbeiði, meðan kvinnurnar gjørdu mat, og so at beistast við tey mongu børnini í svimjihylinum, so at eg endaði við at bera ein vaksnan guineanskan pastor á herðunum og so trý børn aftrat. Tað einfalda lívið, sum eg altíð vendi aftur til heima hjá hesum vinum, sum hava stuðlað mær við heitari troyggju, máltíðum og kærleika árið, tá ið eg skrivaði ritgerð. Ovast í einum kamari í hesum gamla niðurarvaða húsi frá kollveltingartíðini, helt ein moyggj til, sum skjótt skuldi giftast í garðinum, sum vit hjálptu til við at fáa at síggja út sum Edens hava. Seinasta dagin (mikudag 12.08) lá eg hugsanarsamur í eini heingikoyggju og stardi upp millum trøini, meðan spretturnar sungu til dunið frá motorvegnum niðanfyri.

“Décalage” er eitt franskt orð, sum merkir, at nakað er forskotið. Og hetta orð lýsir væl tað burturrykking, sum tríggjar flogferðir heim til Føroya kendust mær (hósdag 13.08), eftir at hava bæði siglt úr Føroyum og tumlað úr Hirtshals til Marseille við 10 ymiskum bilum. Nicolas hevði givið mær ein gittara við, sum eg skuldi senda víðari við skipi til eina vinkonu í Grønlandi. Konan í check-in tosaði “gebrokkent” enskt við meg. Umborð á flogfarinum til París prátaði eg við ungu Aïshu úr Marokko, sum eg síðani misti úr eygsjón ímillum “gate’irnar”. Í Keypmannahavn fór eg líka oman á strondina at njóta eina máltíð í sólini, áðrenn eg rann yvir aftur í Terminal 3, har ið tær eyðkendu standmyndirnar eisini vóru ílætnar masku. Heimkomin á kaldligu klettarnar koyrdi eg fyrst til Kollafjarðar við eini vinkonu, og síðan til Havnar við tómliga reyða bussinum, sum setti meg av við urtagarðsstykkið hjá mær millum Gilja, so at eg líka fekk heilsað upp á mín flogfenað á veg til gongu yvir um til undir Brúnni-býlingin, har ið ein bleyt song bíðaði mær.

Jú, at ferðast við tummilfingrinum í krúnukrímstíðini hevur verið áhugavert, tí tað er júst í eini slíkari tíð, at ein kemur inn á bein viðvíkjandi grundvirðum menniskjans. Sanniliga, hjartarúm er ikki tengt at tímiligum umstøðum, men einum menniskja, sum opnar sínar dyr fyri einum øðrum, og ikki letur seg stýra av ótta, men heldur av kærleika og vísdómi. “Tú skalt ikki óttast náttaræðslurnar, ei pílin, ið flýgur um dagin, ei pestin, ið sníkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um dagin” (Sálmur 91,5-6).

[object Object]

Samfelag við góðar gamlar vinir (heima hjá Nicolas í Marseille)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður